Jóna Mortensen
-----
Las í Dimmu 11. mars greinina »Vit gera frísk børn sjúk«.
So sum eg skilji greinina, skulu vit fara frá at oyramerkja dreingir, sum hava ta sokallaðu skúkuna ADHD til at taka teir sum vanligir buldrasligir dreingir. Eg var til eitt sokallað seminar á læraraskúlanum, sum Sernámsdepilin skipaði fyri, fyri nøkrum árum síðani. Temaði á semenarinum var »børn við ADHD«, tað var professarin Christopher Gilberg, sum helt hettar sera áhugaverda semenar. Í stuttum snúði tað seg um at kunna foreldur, lærarar, pedagogar um, hvussu eitt barn við ADHD hevur tað. Hvussu skeivt tað er, tá vit koyra hesi børn í tann bólkin sum eitir »buldrasligir dreingir« (tað er sum oftast dreingir, ið hava hesa sjúku). Tí undrar tað meg, at akkurát hendan greinin kemur frá Sernámsdeplinun.
Vit sum kenna til børn við hesi sjúku vita væl, at tað er óalmindiliga langt frá at vera buldrasligur, til at hava hesa sjúku. Børninini hava tað ikki nemt, tí tey verða uppfatað sum óupdrigin og buldraslig. Tað vísir seg eisini, at nógv vaksin, sum ongantíð hava fingið hjálp fyri sjúkuna, men tvørturímóti eru skírd buldraslig og óupdrigin, gerast misnýtarar og liva á »livets skyggeside«, sum man tekur til. Hesi hava fyri tað mesta staðið uttan fyri skúlastovuna í tímunum, tí eingin helt tey út. Sjálvsvirið er lágt, og ofta eru tey illa fyri fakliga, og tí tey detta niðurímillum.
»Myte: »ADHD er blot en diagnose, som det er let for læger at hæfte på vanskelige børn.«
Fakta: ADHD har været en anerkendt sygdom i mange år. Men fordi lægerne får større og større forståelse af sygdommen og bliver bedre til at identificere den, er ADHD-diagnosen mere almindelig nu, end tidligere. I USA diagnosticeres 3-5 % af befolkningen hvert år med ADHD.«
Sjálvandi skal ein fokusera uppá, hvussu hesi børn kunnu hjálpast. Bara í Danmark hava tey fleiri skúlar fyri børn við ADHD, so tað er bara at hyggja hvussu tey gera har, tí úrslitini eru sera góð. At hava ein dag um vikuna úti í náttúrini ella okkurt annað, og so hinar dagarnar vanliga skúlagongd, er ikki gott nokk. Hesi børn klára ikki eina »vanliga« skúlagongd, megna ikki at samla seg so leingi í senn og sita still so leingi í senn. Uppá sama máta sum lærarar nú taka útbúgving í, hvussu ein undirvísir børnum, sum eru orðblind, mugu tey sum skulu undirvísa børnum við ADHD eisini hava eina serútbúgving. Tað er ikki nóg mikið at seta onkran sum hevur gott tol at taka sær av hesum, nei her má nakað serligt til. Vit eru so afturútsild á hesum øki sum er, so lat okkum ikki fara enn longur aftur við at koyra hesi børn/dreingir undir bara at vera »buldrasligir«.










