Gera virkisbygning á Eiði

Høllin, sum reist varð á havnarlagnum á Eiði í fyri góðum ári síðan, verður nú innilokað. Enn er eingin avgerð tikkin um, hvat hon skal brúkast til, sigur borgarstjórin

Byggimál


Nýggja høllin, sum stendur á bryggjuni vestan fyri Norðís á Eiði, verður nú innilokað. Hon verður helst leigað ella seld, men eingin endalig avgerð er tikin um, hvat hon skal brúkast til.

Talan var um, tá høllin varð reist, at hon skuldi leigast einum felag, sum ætlaði at hava fiskamóttøku og skiljing í hølunum.

Men tað kann eisini væl henda, at hon verður brúkt til okkurt heilt annað, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri í stuttari viðmerking.

Bygdaráðið hevur samtykt, at høllin skal innilokast nú, og vónandi verður virksemi í henni í hesum árinum, sigur borgarstjórin.

Hann leggur tó dent á, at einki er avgjørt um, hvat slag av virksemi tað verður. Onkur hevur spurt seg fyri, men Tordur Niclasen vil einki siga um, hvat teir fyrispurningarnir snúgva seg um.

Einasta, hann við vissu kann siga er, at Eiðis Kommuna fer ikki at reka nakað virksemi í høllini. Annaðhvørt verður hon leigað út, ella verður hon seld onkrum felag, sum hevur áhuga í henni, sigur borgarstjórin.

Bygdaráðið metti, at nú høvdu veggirnir staðið nóg leingi berir, so tíð var upp á at fáa lív í høllina. Tí varð gjørt av at loka hana inni og royna at fáa onkran sáttmála.