Aðrastaðnis á síðuni førir stjórin í Aluplast í Gøtu, Magnus Gregersen, fram, at fyritøkan, sum júst hevur selt bygningin hjá sær í Gøtudali, eins væl kann halda fram við virksemi sínum í til dømis Havnini í staðin fyri í Gøtu, sum nú er. Hetta harmar Páll Isholm, borgarstjóra í Gøtu, tí Aluplast er eitt rímuliga stórt arbeiðspláss, og tað hevði verið harmiligt, um hesi fluttu úr kommununi, heldur Páll Isholm.
Stórur áhugi fyri vinnuøki
- Gøtu kommuna hevur í ár sett 450.000 krónur av til projektering av einum nýggjum vinnuøki í Gøtudali, og fyrst í komandi ári verður farið undir arbeiði við at gera vegir og tílíkt, sigur Páll Isholm.
Borgarstjórin í Gøtu sigur, at tað er stórur áhugi fyri vinnuøkinum, og kommunan ætlar at fáa tær fyritøkur, sum eru áhugaðar, at gera avtalu við kommununa sum skjótast, so at tey einstøku grundøkini kunnu planerast beinanvegin.
Ætlanir eru eisini um at gera eina rundkoyring í Gøtudali við tunnilsvegin til Leirvíkar, og Páll Isholm sigur seg vóna, at hetta verður gjørt sum skjótast.
- Vit hava eitt samstarv við Landsverk um eina rundkoyring, og eg vóni, at hon verður klár, tá ið norðoyatunnilin letur upp, tí tá fer ferðslan ivaleyst at vaksa nógv, og tí verður stórur tørvur á eini slíkari, sigur Páll Isholm.










