Klaksvík: Hesa vikuna hava fólk frá Landsverkfrøðinginum sett gongd á asfelteringina í Klaksvík.
Nógv vegastrekki í Klaksvík eru illa slitin, og tað verða fleiri av vegum,sum nú verða settir í stand.
Tað eru meira enn tvær vikur síðani, at maskinur hjá Landsverkfrøðinginum tóku restirnar av gamla asfaltinum oman av vegnum, og hesa vikuna var farið í gongd við at leggja nýtt asfalt á vegirnar.
Samanlagt skulu einir 28.0000 fermetrar asfalterast av nýggjum, og hetta arbeiðið verður gjørt næstu tíðina.
Millum økini, sum skulu asfalterast, eru vegirnir á Brekku, Undir Hálsi, Víkavegur, Faktorsvegur, Mylnutún og Niðan Horn.
Tørvurin á asfaltering er stórur, og alt arbeiðið verður ikki gjørt í fyrstu syftu.