Gera vegbungu á Áarvegnum

Tað tykist gerast betur og betur umtókt at gera vegbungur fyri at tálma ferðini.

Nærum allir gonguteigar verða nú lagdir á hesar vegbungur, og nú eru vegarbeiðarar frá Tórshavnar kommunu í holt við at gera enn eina vegbungu á Áarvegnum nakað oman fyri Café Natúr.

Ein onnur vegbunga er millum Café Natúr og Áarstovu, so tær liggja tættar oman eftir Áarvegnum.

Í sambandi við, at menn eru í ferð við at gera vegbunguna, er neyðugt at steingja Áarvegin.