Gera vart við veðurlagsbroytingar

Í morgin verður skipað fyri fleiri enn 4000 tiltøkum í 170 londum, og eisini í Føroyum verða tvey tiltøk í hesum sambandi. Í morgin er altjóða klimadagur, og eisini í Føroyum verður sett fokus á hetta.

Tvey lesandi úr Dresden í gamla Eysturtýskalandi skipa fyri tiltøkunum í Føroyum.

Tað er ein rættiliga áhugaverd søga aftan fyri, at tey bæði yvirhøvur eru í Føroyum í dag.

- Vit vóru á veg til Íslands, og vistu í veruleikanum ikki av, at Føroyar vóru til. Men veðrið hendanvegin gjørdist so ringt, at vit gjørdu av at fara í land at summa okkum í eina viku, áðrenn vit fóru víðari. Hetta endaði við, at vit tóku farloyvi frá lestrinum í eitt ár og fingu okkum arbeiði her í Føroyum.

Tað sigur Eleonora Flach, sum saman við Hannes Lesch hevur arbeitt í Føroyum síðani síðsta summar.

Tey bæði hoyrdu um felagsskapin 350.org. og gjørdu av at skipa fyri tiltøkum í Føroyum í morgin.

Fyrra tiltakið verður í SMS fyrrapartin leygardagin klokkan 11, og hitt seinna verður í Vágsbotni klokkan 13.

Endamálið er at varpa ljós á veðurlagsbroytngarnar við atliti til stóru veðurlagsráðstevnuna, sum verður í Keypmannahavn í desember.

Tey bæði, Eleonora Flach og Hannes Lesch, vóna, at nógv fólk møta upp til tiltøkini og harvið eru við til at gera vart við altjóða upphitingina.