- Hetta fer at gera Vágar til eina ”ghetto” fyri sinnisveik.
Soffi Egholm, forkvinna í felagnum Sinnisbata, er skakað av ætlanini hjá Rósu Samuelsen um at gera ein depil fyri sinnisveik í Vágar.
Tað hevur alla tíðina verið ætlanin at byggja 16 íbúðir fyri sinnisveik beint við psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Eftir ætlan skuldu íbúðirnar brúkast til sjúklingar á psykiatrisku deild at búgva í.
Men nú hevur Rósa Samuelsen strikað tað ætlanina og hevur flutt alla byggingina vestur til Sandavágs.
Samstundis er ætlanin broytt so at talan ikki longur skal verða um íbúðir til sjúklingar av psykiatrisku deild, men um íbúðir til sinnisveik yvirhøvur.
Hildin uttanfyri
Soffi Egholm sigur, at hon er ikki tann einasta í Sinnisbata, sum er skakað av hesi avgerðini.
- Telefonin hevur ringt alla tíðina, har fólk hava kært sína neyð og hava fregnast um ætlanina.
Men hon staðfestir, at tað er ikki so lætt hjá henni at upplýsa so nógv um orsøkina til at hendan almenna byggingin skal flytast úr Havnini, vestur í Vágar.
- Vit eru yvirhøvur ikki hoyrd í hesum máli upp á nakran máta og tað eru sjúklingar á psykiatriska deplinum heldur ikki. Tí kemur hetta líka óvart á okkum, sum tað kemur óvart á øll onnur, staðfestir Soffi Egholm.
Hon staðfestir samstundis, at ætlanin at flyta íbúðirnar úr Havn, vestur í Vágar, er ikki ein avgerð, sum er tikin á fakligum grundarlagi.
- Hetta er rætt og slætt ein politisk avgerð burturav, leggur hon afturat.
Og tað harmar hana, tí hon heldur, at tað er brot á ST sáttmálan um mannarættindi, sum eisini Føroyar hava staðfest.
- Eftir sáttmálanum hava skulu einstakir borgarar hoyrast um síni egnu viðurskifti og hava rætt at velja, men tað hava tey sinnisveiku ikki fingið í hesum føri.
- Eisini í hesum samfelagsbólkinum, hava tey rættin til sjálvi at velja hvar tey skulu liva sítt lív, leggur hon afturat.
Vágar ein ghetto
Forkvinnan í Sinnisbata mælir annars staðiliga frá ætlanini at byggja upp í 16 íbúðir til sinnisveik í einum lítlum plássi sum Vágar er.
Í Sandavági eru frammanundan tvey sambýli til sinnisveik, har tilsamans 10 fólk búgva.
Skulu 16 íbúðir byggjast afturat í Sandavági til sinnisveik, er tað heilt greitt, at tað er ikki ætlanin tað bara skulu vera sinnisveik úr nærumhvørvinum í Vágum, sum skulu búgva har.
- Hetta eru íbúðir til sinnisveik úr øllum landinum. Boðskapurin til tey sinnisveiku úr øllum Føroyum verður sostatt: Vilt tú hava eina íbúð, mást tú flyta vestur til Sandavágs.
Soffi Egholm heldur, at hetta er ikki virðilig viðferð av teimum sinnisveiku
- Tað fer at gera Vágoy til eitt slag av ”ghetto” fyri sinnisveik og tað er avgjørt ikki til frama fyri hendan bólkin av okkara samfelagsborgarum.
Skeivt at miðsavna
Hon sigur, at tað er skeivt at miðsavna sinnisveik saman á so lítlum plássi, tí tað ger møguleikarnar hjá teimum nógv verri at verða ein natúrligur partur í samfelagnum.
Tí mælir hon staðiliga til at halda fram við byggingini í Havn, tí har verða búfólkini ikki so útsettur og sjónskur bólkur í samfelagnum og sostatt verður lættari hjá teimum at gerast ein nátúrligur partur í samfelagnum.
- Allastaðni verður roynt at slúsa sinnisveik út í samfelagið so at tey verða ein nátúrligur partur av tí.
- Tí verður roynt at byggja í smáum eindum til sinnisveik.
- Men byggiætlanin í Vágum gongur beint tvørtur ímóti hesum endamáli, sigur Soffi Egholm.
Vilja havaRósu á fund
Felagið Sinnisbati fer nú at kalla saman til fundar at viðgerða ætlanina hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um at byggja 16 íbúðir til sinnisveik í Sandavági ístaðin fyri at byggja í Havn, sum tað alla tíðina hevur verið ætlanin.
Sum tað sæst í hinari greinini, tekur Sinnisbati ikki undir við ætlanini at byggja í Sandavági og felagð er heldur ikki hoyrt í málinum.
- Vit hava borgarar ið eru bundnir at tí psykiatrisku skipanini. Hesi menniskju eru rættiliga viðkvom og tí má virðingin fyri teimum altíð vera í hásæti, Sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata.
- Vit harmast at virðingin fyri teimum ikki hevur verið størri í sambandi við hesa verkætlanina og at Felagið Sinnisbati ikki varð kunnað og hoyrt í málinum, leggur hon afturat.
Hon sigur, at Sinnisbati fer nú at royna at fáa fund við Rósu Samuelsen um málið, áðrenn tað kemur so langt, at tað ikki vendst aftur.
16 Íbúðir
Ætlanin, sum Rósa Samuelsen nú ætlar at flyta úr Havn, vestur til Sandavágs,
fevnir um at bygggja 16 íbúðir upp á 45 fermetrar við kamari, stovu, køk, baðirúmi og gongd. Harafturat verða felagshølir, sum vera karmurin um alt felagslív.
Tilsamans ætlar hon at brúka 16,2 milliónir til endamálið.
Landsstýriskvinnan heldur, at Vágar er eitt náttúrligt val tí har eru tvey sambýli frammanundan.
Grundhugsanin við deplinum í Vágum er, at talan verður um eitt tilboð, har sambýlið á Traðarvegi og sambýlið á Fobbakletti verða bústaðartilboð til teir veikaru bólkarnar, sum hava størri hjáveru fyri neyðini. Sambýlini skulu vera útslúsingarstøðirm har búfólkini so vítt møguligt verða fyrireikað og vand til at flyta í sjálvstøðuga íbúð har tað ber til.










