Gera Vág til eitt paradís hjá frítíðarfiskarum

Bøtast skal munandi um Laksá við laksatrappum og Vatnið skal dýpast

 

Trivnaður

Nú skulu umstøðurnar hjá teimum, sum hava til frítíðarítriv at fiska laks í Vági, gerast munandi betri.

Tað hevur Vágs Býráð samtykt.

Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd hjá Vágs Býráð, sigur, at á fíggjarætlanini hjá Vágs Kommunu fyri næsta ár, hevur Býráðið samtykt at seta 30.000 krónur av til at bøta um viðurskiftini.

Hann sigur, at peningurin skal brúkast til at bøta um Laksá, ið rennur av Vatninum, út í Ósan, innast í Vágsfirði, og til at gera umstøðurnar í sjálvum Vatninum betri.

? Fyri tveimum, trimum árum síðan i varð nakað av laksasmolti sett í Vatnið. Tað hevur givið úrslit, tí í heyst hevur kókað av laksi í Laksá og í Ósanum og óvitarnir tóku stóran laks við berum hondum. Tað hevur eisini víst seg, at fólk hava fingið laks við tráðu vesturi á Vatninum.

Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at hetta hevur eggjað býráðnum til at halda fram við arbeiðnum og nú er sostatt peningur settur av.

? Saman við áhugaðum fer býráðið nú at leggja eina ætlan fyri, hvussu farast skal fram.

Men hann sigur, at eitt, sum ætlanin er at gera, eru laksatrappur, so at laksurin sleppur ótarnaður vestur á Vatnið.

Men harumframt er ætlanin at dýpa sjálvt vatnið. Á Vatninum er útgrunt og har tað er djúpast, er tað neyvan meiri enn 2-2,5 metrar.

Av tí, at tað er so grunt, er ov lætt hjá fugli at taka laks, tí hann sleppur ikki til rýmingar. Hartil kemur, at vatnið verður alsamt grynri og grynri, tí móran legst alla tíðina.

Ætlanin er nú at pumpa móruna úr vatninum, vestur í vesturhavið og tað letur seg væl gera.

Dánjal Bjarkhamar sigur, at tá íð hetta er gjørt, verða umstøðurnar at fiska laks í Vági so góðar sum fáa aðrastaðni. Umframt at fáa stóran týdning fyri trivnaðin á staðnum, ivast hann ikki í, at hetta fer at fáa alstóran týdning fyri ferðavinnuna .

Hann sigur, at tá skuldi fortreytirnar fyri at fingið nógvan laks í Vatnið avgjørt verið til staðar, tí allar kloakkir eru beindar í vesturhavið, so áin og Vatnið eru gullrein, og har ýjur í lívið sum er.

Tá ið arbeiðið er liðugt, væntar hann, at viðurskiftini verða skipað, so at tað er greitt, hvør kann fiska, hvørjar treytirnar verða, nær fiskast kann og við hvør reiðskapur er loyvdur