Í sambandi við prosjektkappingina um miðbýin fyrr í ár er kommunan farin í holt við at gera fyribils kostnaðarmetingar og at raðfesta tey ymsu átøkini, sum gerast skulu í sambandi við miðbýarætlanina.
Eitt av hesum átøkum er ein uppihaldstrappa í Vágsbotni, sum var partur av uppskotinum hjá Zeta Arkitektum, sum fingu fyrstu virðisløn í kappingini. Trappan umfatar eitt øki uppá 310 fermetrar og verður har, sum gamla Perlan stóð í síni tíð millum Mylnugøtu og Bryggjubakka.
Talan er um eina sonevnda uppihaldstrappu úr ljóstlitaðum betongi, ið bindur økið frammanfyri Bojsensgarð og torgið í Vágsbotni saman. Trappan verður vakurt skipað við smærri uppihaldsøkjum úr timbri, umframt trøum og grønum plantum.
Eisini verður ein sokallaður pop-up-pallur úr segldúki, ið kann setast upp í sambandi við tiltøk, nýggja ljósútgerð og nýggjan belegning frammanfyri Bojsensgarð. Pengar eru tøkir til ætlanina á játtanini til miðbýin.
Nú varð skotið upp frá tekniska stjóranum fyribils at játta 110 túsund krónur til prosjektering og útbjóðing. Hetta varð einmælt samtykt í býráðnum í gjárkvøldið.










