Klaksvík: Klaksvíkingar skulu hava ungdómshús aftur, og stendur tað til formannin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði, so verður hetta hús klárt longu fyrst í komandi ári.
Týskvøldið var býráðsfundur, har millum annað fíggjarætlanin fyri komandi ár var fyri. Á hesi fíggjarætlan er gjørd ein nýggj játtan til ungdómsvirksemi í býnum.
Játtanin er upp á 230.000 krónur, og hon skal brúkast til at fáa ungdóminum høli at halda til í.
? Finna vit pengarnar, so ætla vit at seta fólk at fyrireika hesa ætlan í november og desember, so at húsið kann lata upp fyrst í komandi ári, sigur Jórun Høgnesen, sum er formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði.
Ófriðarligari
Seinasta árið hava tekin verið um, at ungdómurin í Klaksvík er farin at trívast alt verri. Tey mistu dansistaðið fyrr í árinum, og síðani hava tey hildið nógv til á gøtuni.
? Vit síggja, at tað eru alsamt fleiri ungfólk, sum ganga og vála á gøtuni, og tað hevur verið meira ófriður av teimum enn vanligt. Tí er tað umráðandi, at vit kunnu bjóða teimum eitt nýtt tilboð, sigur Jórun Høgnesen.
? Vit brúka stórar milliónaupphæddir til børnini á hvørjum ári, og tí er tað ikki meira enn rímiligt, at vit brúka nakrar hundrað túsund krónur til ungdómin, heldur hon.
Aftur í gamla ungdómshúsið
Ætlanin er, at nýggja ungdómshúsið í Klaksvík skal verða á júst tí staðnum, sum gamla ungdómshúsið var í sjeyti- og áttatiárunum. Talan er um gomlu húsini á Biskupstøð, har Norðoya Heimavirki eisini heldur til.
Ymiskir leigarar hava verið í ovaru hæddini, men ætlanin er, at nú skal ungdómurin í Klaksvík aftur sleppa at halda til har.
? Vit hava hugt eftir Margarinfabrikkini í Havn, og har er eitt tilboð, sum riggar. Vit ætla at gera líknandi hús, har ung kunnu hlada til í rúsfríum umhvørvi, og har tey saman við einum leiðara kunnu skipa fyri ymiskum virksemi, sigur Jórun Høgnesen.
? Vit leggja stóran dent á, at hetta verður gjørt við skili. Vit skulu fyrireika tað væl, so tað riggar frá byrjan, og tað er umráðandi, at tey ungu ikki verða slept upp á fjall og skulu reka húsið einsamøll, sigur hon.