Tveir av okkara ungu og lovandi hondbóltsspælarum skulu um vikuskiftið spæla avgerandi hondbóltdyst millum tvey av teimum bestu fýra liðunum í deildini dreingir 16 í Týsklandi.
Tað eru málverjin Hørður Trygvason og vinstri bakkurin Brandur Halgirsson, sum báðir spæla við kenda týska stórfelagnum, SG Flensburg-Handewitt, sum í morgin spæla fyrru hálvfinalu í kappingini um týska meistaraheitið í síni deild.
Teir báðir hava í ár gingið á eftirskúla í Týsklandi og eru partur av kenda hondbóltsakademiinum hjá SG Flensburg-Handewitt, har teir hava gjørt tað so mikið gott, at teimum longu stendur í boði at halda fram.
SG Flensburg-Handewitt hevur síðstu mongu árini verið við til at mynda toppin í týskum hondbólti, og hóast felagið bara hevur góð 25 ár á baki, hevur tað langt síðani staðfest sína støðu – og nú eisini við tveimum føroyingum á einum av sínum framtíðarliðum.