Flogvallarútbygging
Flogvøllurin: Støðupláss til tyrlur verður gjørt á flogvøllinum í løtuni. Arbeiðið fer at kosta eina lítla millión krónur og verður liðugt beint eftir hálvan mai.
Tað verður grivið út á flogvøllinum i løtuni. Á økinum millum lendingarbreytina og bygningarnar, á leið miðskeiðis millum terminalin og hangarin, eru gravkýr og lastbilar til arbeiðis. Har verður grivið út og gjørt klárt til tyrlupallar, sum hava manglað á flogvøllinum, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri.
Hann sigur, at tað er gamalt mál, sum loyst verður nú. Men hann ásannar, at at komandi oljuleitingini við tilsvarnadi øktari tyrluferðslu hevur skundað undir, at pallarnir verða gjørdir nú. Annars er talan um pallar til allar tyrlur, sum koma og fara um flogvøllin, sigur hann.
Talan er um eitt 5.000 fermetra vítt øki, sum gjørt verður til tyrlupallar. Har verður pláss fyri fýra tyrlum, tá tað er liðugt, sigur Finnbogi Niclasen. Og tað eru ongar avmarkingar ,sum eitt nú stødd á tyrlum ella nakað tílíkt, sigur hann. Allar tyrlur, sum vit kenna í dag, kunnu uttan nakað brúka pallaranar, sigur flogvallarstjórin.
Tað hava nú mest verið tyrlurnar hjá Atlantic Airways og donsku sjóverjuni, sum hava brúkt pallin regluliga. Tær húsaast eisini dagliga á flogvøllinum.
Atlantic Airways heldur til í stóra hangarinum á flogvøllinum, meðan sjóverjutyrlan heldur til í minna, bláa hangarinum aftan fyri, sigur Finnbogi Niclasen.
Tað er í grundini ikki nakða nýtt, at støðupláss til tyrlur verður gjørt beint har, arbeitt verður nú. Har hevur verið slíkt pláss fyrr, men bara nógv minni enn tað, sum nú verður gjørt.
Um annað arbeiði, sum gerast skal á flogvøllinum, sigur Finnbogi Niclasen, at umleið ta tíðina, tá støðuplássini verða liðug, er ætlanin at fara at tosa við Landsverkførðingin um parkeringspláss til bilar,. Hesi skulu gerast oman fyri terminalin fram við landsvegnum til Sørvágs. Tann tørvurin fer væntandi at vaksa heilt munandi, tá koyrandi verður undir Vestmannasundi.
Men annars er einki meira at frætta frá nakrari útbygging av sjálvum flogvøllinum, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri.