Gera tyngdarmátingar í Føroyum

Fólk frá Danmarks Rumcenter eru í hesum døgum í Føroyum og gera tyngdarmátingar. Tær eru liður í arbeiðinum at bøta um fixpunktnetið í Føroyum. Tað er neyðugt við sera neyvum mátingum av tyngdarøkinum fyri at betra góðskuna av fylgisveinastýrisskipanum, eitt nú GPS og tann komandi evropeiska Galileo. Mátingarnar kunnu samstundis avdúka oljulummar, vatn og mineralir í undirgrundini, sigur Umhvørvisstovan.

Fyri at kunna gera neyvar uppmátingar við GPS tólum (sum annars máta hæddir í mun til matematisku ellipsuiduna), er neyðugt at kenna frábrigdini í havyvirfladuni, og tí verða tyngdumátingar gjørdar í løtuni.

Við hesum tóli, sum nevnist eitt gravitymeter, ferðast tveir emnn hjá Danmarks Rumcenter runt í landinum og gera tyngdarmátingar. Hvør máting tekur 5 ? 10 min., og íalt skulu gerast umleið 70 mátingar, sigur Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.