Gera tunnil á Tinghúsvegin

FERÐSLUTRYGD Nú skal tunnil byggjast á Tinghúsvegin og teir næstu átta mánaðirnar skal øll koyrandi og gangandi ferðsla ígøjgnum hann

Teir næstu átta mánaðirnar skulu tey, sum koyra, súkkla ella ganga í havnargøtum, venja seg við eina spildurnýggja býarmynd mitt í Havnini.
Og tað er, at nú skal ein tunnil setast upp á Tinghúsvegnum og teir næstu átta mánaðirnar skal. øll gangandi og koyrandi ferðsla skal ígjøgnum hann.
Tunnilin er at ganga á strekkinum frá Sverrisgøtu, niðan í Bøkjarabrekku og tað verður ein tunnil við einari koyribreyt og gongubreyt í ovaru síðu á Tinghúsvegnum, so tann niðara koyribreytin verður stongd og løgd undir byggiplássið.
Hetta hevur býráðið í Havn samtykt á fundi hóskvøldið.

Trygdin í hásæti
Tað er í sambandi við, at Havnar Arbeiðsmannafelag skal taka hús sítt á Tinghúsvegnum niður og byggja eitt nýtt, stásiligt hús í fimm hæddum upp aftur.
Í tí sambandi hevur nógv verið tosað um trygdina rundan um arbeiðsplássið, tí talan er um eitt stórt byggjarí, har benið av Tinghúsvegnum og niður, verður einar 16 metrar og har arbeiðast skal við tungum betongi.
Tilsamans fer tað at taka 60 vikur at byggja húsið, men tað fer at taka 32 vikur at taka húsið, sum nú stendur á stykkinum, niður og at fáa nýggja húsið innilokað.
Og tað eru hesar 32 vikurnar, at tunnil nú skal setast upp á Tinghúsvegnum at leiða ferðsluna ígjøgnum.
Tekniska nevnd og Ferðslunevndin hjá býráðnum mæltu til heilt at steingja Tinghúsvegin í 32 vikur, tí mett varð, at fyri trygdina var bara eitt at gera og tað var at forða fyri, at nakað yvirhøvur kom á byggiplássið av tí, at talan er um so tungar lutir.
Tað er at seta fólk í stóran vanda at hava ferðslu eftir Tinghúsvegnum ímeðan arbeitt verður við so tungum lutum og tí skal vegurin steingjast, halda tey í teimum báðum nevndunum.

Køvir handilslívið
Men tað tóku Jógvan Arge, Jan Christiansen, Bogi Andreasen, Heðin Mortensen og Elin Lindenskov ikki undir við tí tey mettu, at tað fór at verða til óbótaligan skaða fyri handilslívið, at Tinghúsvegurin verður stongdur so leingi.
Tey førdu fram, at tunnilsloysnir, sum hesar, eru púra vanligar aðrastaðni, har stór hús verða bygt upp at vegum.
Tey føra eisini fram, at verður Tinghúsvegurin stongdur, fer tað at styggja fólk úr Miðbýnum, tí tey flestu brúka hann og tað fer at beina fyri tí sindri, sum eftir er av handilslívi í Havn.
Víst var á, at tá ið Tinghúsið varð bygt, varð Tinghúsvegurin stongdur í avmarkað tíðarskeið.
Tá gjørdi handilslívið í býnum vart við, at tey merktu tað alt fyri eitt, hvørja ferð Tinghúsvegurin varð stongdur eina løtu.

Tepur meiriluti
Tey styðjaðu seg heldur til tilmæli frá tekniska stjóra og býarverkfrøðingi, sum mæltu frá at steingja vegin og at gera ein tunnil ella brúgv til eina koyribreyt ístaðin.
Og tað endaði við, at meiriluti var fyri at velja tunnilsloysnina.
Men talan var um ein tepran meiriluta og eitt, sum gjørdi munin, var, at Levi Mørk, ið er limur í teknisku nevnd, sum mæltu til at steingja vegin, broytti støðu á býráðsfundinum og atkvøddi fyri tunnilsloysnini kortini.
Tey, sum atkvøddu fyri at steingja vegin, vóru Marin Katrina Frýdal, Halla Samuelsen, Jákup Símun Simonsen og Sjúrður Olsen, samstundis sum Maria H. Olsen og Annfinn Brekkstein, ikki atkvøddu.
Arkitekturin, sum hevur teknað húsið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, Magnus Hansen, hevur sjálvur mælt til at gera ein tunnil, fyri at sleppa undan at steingja vegin.
Hann sigur, at trygdin verður í hásæti, tí ætlanin er bara at hava ovaru koyribreytina á Tinghúsvegnum opna, tí tann niðara koyribreytin verður stongd, sum ein partur av byggiplássinum og har sleppur eingin óviðkomandi.
Treylarar, sum koma við betongi, koyra eftir niðaru breytini, so onki verður lyft tvørtur um vegin, hóast kranin skal standa á parkeringsplássinum hjá Losjuni.
Les meiri á síðu 5.