Gera tillagingar so Kringvarpið hoyrist á sjónum

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í svari til Bárð á Lakjuni, sum hevur sett henni ein fyrispurning

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkinum, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein grein 52a fyrispurning um hoyrlíkindi hjá Kringvarpi Føroya á sjónum. 

Hann spurdi hana soleiðis:

1. Hvussu ber tað til, at tú á útróðri – við somu radioútgerð – hoyrir aðrar føroyskar útvarpsræsur so nógv betur, enn tú hoyrir Kringvarp Føroya á FM sendinetinum?

2. Eru sendararnir hjá Kringvarpi Føroya staðsettir øðrvísi enn sendararnir hjá privatu loftmiðlunum? Um ja, so hví?

3. Hava útróðrarmenn, ið hava bátar við vanligari radioútgerð, lógartryggjaðan rætt til at hoyra útvarpið hjá Kringvarpi Føroya?

Sirið Stenberg svarar, at orsøkin til útvarpshoyrilíkindi á sjónum kann kann skyldast ymiskar fysiskar og tekniskar umstøður sum t.d. sendistyrki og staðseting av sendarum. 

– Tá ið trupulleikar eru við FMdekningi hjá Kringvarpi Føroya (KvF), fær NET, sum umsitur raksturin av sendinetinum hjá KvF, vanliga kunning um hetta, antin beinleiðis frá lurtarum ella umvegis KvF. NET vil kanna nærri, hvørji økir talan er um og gera neyðugu tillagingarnar fyri at betra um hoyrilíkindini, sigur hon.

Til annan spurning sigur hon um staðseting av sendarum:

– Flestu FM-sendararnir hjá KvF vórðu uppsettir í sendistøðum við mastrum, sum vóru bygdar í 1970-árunum, tá byrjað varð at senda á FM. Privatu rásirnar hava valt at seta nakrar av sínum sendarum upp á somu sendistøðum, sum upprunaliga vóru bygdar til KvF. Í øðrum førum hava privatu rásirnar bygt egnar sendistøðir og uppsett sendarar har, sigur landsstýriskvinnan.

Hon sigur til triða spurning, at tað er lógartryggjaður rættur hesum viðvíkjandi.

– Í § 1, stk. 3 í løgtingslóg um kringvarp, hevur landið skyldu til at tryggja, at allir borgarar hava møguleika at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya. Leypandi tillagingar verða gjørdar í FM-sendinetinum, so hvørt lurtaraviðurskiftini broytast.

– Umframt á FM-sendinetinum verða sendingar hjá KvF sendar á millumbylgju, sum eisini dekkar sjóøkið, og tær vera stroymdar á alnetinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í svarinum til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann.