Gera útferð í Koltur á hvítusunnu

Báðar hvítusunnudagarnar ber aftur til hjá fólki at sleppa út í Koltur. »Norðlýsið« og »RIB62« skipa fyri sigling av Gomlurætt til Koltur. Í Koltri taka Bjørn Patursson og Steffen Stummann Hansen ímóti gestunum. Teir fara at siga frá søgum úr Koltri og øðrum bygdum í Føroyum eins og høvið verður at síggja gamla býlingin »Heima í Húsi«.

»Norðlýsið« fer at liggja uttan fyri bygdina báðar dagarnar, har Birgir Enni borreiðir við fiskasuppu umborð. Lítli báturin hjá Norðlýsinum, »Øðan«, siglir fólk millum »Norðlýsið« og land allan dagin.

Siglt verður fyrsta hvítusunnudag frá kl. 1000 og annan hvítusunnudag frá kl. 1300. Siglt verður báðar dagar til øll eru komin aftur á Gomlurætt.