Um vikuskiftið er ársins fyrsta summarstevna, Norðoyastevnan og, sum vant, er kappróðurin ein høvuðstáttur á stevnuni. Hann verður leygardagin og veðrið sær ikki ikki út til at fara at vera nøkur forðing, tí sum veðurvánirnar eru nú, verður tað næstan stilli, ella fimm metrar um sekundið av suðuri og landsynningi – og tað kann eisini henda seg, at sólin kagar fram.
Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Kappróðrarfelag sigur, at tey vilja fegin hava fólk oman á bryggjuna at hyggja at kappróðuri, heldur enn at sita heima og hyggja. Tað er ein øðrvísi stemningur á keiini, so vit vóna, at nógv fólk kemur at hyggja, sigur Sonja Kjølbro.
– Vit hava bara ein heimadyst um árið, og hann verður leygardagin, so vit hava brúk fyri, at fólk koma oman at hyggja, segði hon í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi.
Men hon sigur, at ætlanin er eisini at gera tað hugnaligt at verða á bryggjuni undir kappróðrinun. Tað kann verða eitt sindur langligt at bíða ímillum róðrarnar, so tey hava fingið okkara fremsta countrytónleikara, Hall Joensen at koma oman á keiina at syngja og spæla.
Og, sum heild fara tey at gera keiina hugnaliga at vera á og í hesum døgum er full ferð á fyrireikingunum. Keiin verður skipað heilt øðrvísi enn tey plaga, og umframt tónleik, fer eisini at bera til at keypa ymiskt til matna, sigur forkvinnan við FM1.