Gera tað fyri at vinna status

Tey ungu fáa sjáldan nakað serligt burtur úr at renna ørindi fyri bakmenninar, men gera tað helst fyri at vinna sær heiður og æru í umhvørvinum, sigur narkodeildin hjá løgregluni.

 

Í samband við pallborðsfundin um ung og rúsevni í Miðlahúsinum í kvøld, endurgeva vit her eitt brot úr eini grein, sum stóð í Sosialinum 19. august.


Tey ungu fáa sjáldan nakað serligt burtur úr at renna ørindi fyri bakmenninar, men gera tað helst fyri at vinna sær heiður og æru í umhvørvinum, sigur narkodeildin hjá løgregluni.

 

- Tað er ikki vanligt, at vit síggja so smá børn nýtt í rúsevnisumhvørvinum, men ung verða ofta nýtt sum kurerar, sigur Brynjer Johannesen, sum arbeiðir á narkodeildini.

 

Hann sigur, at tað sjáldan er nakar serligur fíggjarligur vinningur at heinta hjá hesum ungu, oftast er tað ein roynd hjá teimum at tekkjast øðrum, sum tey síggja upp til.

- Av onkrari orsøk eru tey komin í eitt keðiligt umhvørvi og halda kanska, at tað er spennandi. Tey síggja upp til tey eldru í umhvørvinum, og tá er skjótt, at bakmenn kunnu trýsta tey til at gera ørindi fyri seg og taka onkrar pakkar við sær. Tey ungu ynskja sær hægri status og gera tí, sum tey vera biðin, sigur Brynjer Johannesen.

 

- Tey ungu halda kanska, at tey hava uppbygt eitt álitisforhold við bakmenninar, men um tey vera handtikin, nokta bakmenninir sjálvandi fyri at hava nakað við tey at gera. Haðani er eingin hjálp at heinta, sigur Brynjer Johannesen.

 

- Sum tíðin gongur, verða fólk trýst til at gera meiri og meiri, og tá hótta bakmenn kanska við at fara til løgregluna, um tú ikki gert, sum tú verður biðin, sigur hann.

- Tað vildu teir sjálvandi ongantíð gjørt, tí so fellur tað aftur á teir sjálvar, men tey ungu føla kortini, at tey verða kroyst, sigur Brynjer Johannesen.

 

Narkodeildin er opin um, at teir ikki megna at halda yvirlit yvir alt, sum gongur fyri seg á rúsevnisøkinum í Føroyum, og Brynjer Johannesen sigur, at teir tí fegnir vilja hoyra frá fólkum, um tey vita nakað.

- Um foreldur ella vinfólk hava illgruna til, at ung fáast við rúsevni ella verða trýst av bakmonnum, vilja vit fegin hoyra frá teimum. Alt verður viðgjørt í trúnaði og dulnevnt, so eingin tørvar óttast, at nøkur slóð er aftur til teirra, sigur hann. Telefonnummarið hjá løgregluni er 35 14 48 og tað er bara at spyrja eftir Narkodeildini.

 

Brynjar Johannesen sigur eisini, at leikluturin hjá foreldrunum er sera týdningarmikil.

- Foreldur mugu halda eitt vakið eyga við børnum sínum. Fylg við, hvat tey gera í frítíðini og halt eyga við vinaskaranum hjá børnunum. Vísið áhuga í tí, sum børnini takast við og tosið við tey, sigur Brynjer Johannesen.

 

Í kvøld verður pallborðsfundur um ung og rúsevni í Miðlahúsinum klokkan 19.