Ein stórur partur av løgmansrøðuni snúði seg um fólkafráflytingina.
- Tað gjørdi tað eisini í fjør, men nú er so ein nýggj kanning gjørd og løgmaður hevur fingið 38 tilmæli at seta i verk, fyri at fáa føroyingar at trívast í egnum landi. Løgmaður nevndi eini seks av hesum tilmælum, ið ætlanin er at seta í verk, og tað er positivt, sigur Aksel V. Johannesen.
Men har eru so 32 tilmæli, ið als ikki verða tikin upp á tunguna.
- Nevnt verður at styrkja um hjá støkum uppihaldarum, hækkaðan barnafrádrátt, hægri útbúgvingar í Føroyum og gransking í Føroyum. Og tað er positivt, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann heldur eisini, at tað sær rímiliga positivt út við búskapinum.
- Inntøkurnar vóru heldur lægri enn mett í 2012, og so saknaði eg eisini, at meira var gjørt burtur úr silda- og makrelmálinum, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann heldur, at nú bankarnir hava lækkað rentuna, og Tórshavnar kommuna hevur lækkað skattin, eru tað nógv fólk, ið hava meiri pengar um hendi.
- Tað skal tó sigast, at ætlanin er, at byggja havrannsóknarskipið á privatum hondum, eins og Eysturoyartunnilin skal verða privatur. Men tað snýr seg um at gera tað, sum er best fyri borgaran, og tí er tað ikki skilagott, at havrannsóknarskipið og Eysturoyartunnilin verða privat, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann er eisini ivingarsamur um at útlisitera ávís økir.
- Vit hava eina útlisitering, sum eitur bygdaleiðir, og vit áttu at kanna eftir, um tað var ein skilagóð loysn, áðrenn vit royna aðrar útlisiteringar, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann er eisini meira enn ivasamur um at leggja eldraøkið út til kommunurnar.
- Tað er neyðugt fyrst at fáa eina eldralóg, áðrenn økið verður lagt út til kommunurnar at umsita. Eisini hevur verið nógv spart seinastu árini, og tí má tað fíggjarliga fáast upp á pláss, so kommunurnar fáa teir pengar, ið eldraøkið kostar at reka, sigur Aksel V. Johannesen.
Annars heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum at okkurt positivt eisini var at hoyra i løgmansrøðuni.
- Teir ætla at steðga fráflytingini, og tað er positivt, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.