Ætlanin um at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði er á veg inn í avgerandi tíðarskeiðið.
Ein røð av fyritøkum og feløgum í nærumhvørvinum í Fuglafirði standa í boði at seta partapengar í verkætlanina, ið er at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki á havnalagnum Norði á Enni í Fuglafirði, har Bergfrost hevur sínar frystigoymslur.
Kostnaðurin at byggja virkið táttar í 200 milliónir krónur, og sum skilst skal umleið ein triðingur av íløguni útvegast sum partapeningur.
Millum stóru aktørarnar eru Havsbrún, sum er partur av Bakkafrost samtakinum, og reiðaríið Framherji, sum eitt nú eigur uppsjóvarskipið Fagraberg.
Men ætlanin er at fáa fleiri við. Fyritøkurnar í Fuglafirði eru spurdar um at seta partapening í, eins og lokalu fakfeløgini.
Á eykaaðalfundi í gjár samtykti Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag at stuðla ætlanini við at seta partapening í nýggja uppsjóvarvirkið.
- Tað stendur púra greitt, at verður ætlanin veruleiki, so eru vit við, staðfestir Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag.
Sambært viðtøkunum fyri Arbeiðsmannafelagið er neyðugt at kalla inn til eykaaðalfund, sum síðani skal geva nevndini heimild at brúka pengar hjá felagnum á henda hátt.
Les eisini: Arbeiðsmenn seta partapening í uppsjóvarvirki
Eisini onnur fakfeløg í Fuglafirði skulu taka støðu til sama fyrispurning um at tekna partapening í nýggja uppsjóvarvirki.
Málið hevur skund, tí mánakvøldið skulu møguligir íleggjarar geva til kennar, um tey eru við í hesi stóru verkætlan.
Partapeningurin skal fáast upp á pláss, áðrenn fíggingin kann koma endaliga upp á pláss. Sum skilst skulu hesi viðurskifti vera komin upp á pláss 16. januar. Tí avgerandi fyri uppsjóvarvirkið er, at tað er liðugt at taka ímóti rávøru, tá vertíðin eftir makreli byrjar umleið 1. juli.
Les eisini: Savna partapening í Fuglafirði
Les eisini: Fyrireika uppsjóvarvirki í Fuglafirði