Gera stóran mismun á starvsfólki

Øll skulu hava somu sømdir til eftirútbúgving.

Tað heldur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Hon hevur nú spurt bæði Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum og Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, hvussu tey ætla at bera seg at í sambandi við at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar til bachelor.

Løgtingskvinnan vísir á, at landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Bjørn Kalsø, hevur víst málinum frá sær. Hann sigur, at hann er ikki arbeiðsgevri hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og at eftirútbúgving og ískoytisútbúgving, er ein spurningurin ímillum starvsfólk og arbeiðsgevara.

Tí spyr Sirið Stenberg nú tey bæði landsstýrisfólkini, sum eru beinleiðis arbeiðsgevarar hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, hvat tey ætla at gera við spurningin.

- Halda tey, at tað er nøktandi, at nakrir fakbólkar fáa uppstiganina til bachelor goldna, meðan aðrir mugu gjalda sjálvir, spyr løgtingskvinnan.

- Seinastu árini eru útbúgvingarnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum og lærarum uppstigaðar á bachelor støði. Hetta verður av teimum flestu mett sum eitt útbúgvingarligt framstig, og gevur hesum fakbólkum góðar møguleikar at útbúgva seg víðari, umframt at arbeiða meira vísindaligt, sigur Sirið Stenberg.

- Men í? dag er stórur ójavni ímillum sjúkrarøktarfrøðingar, sum útbúgva seg til bachelor. Treytirnar at útbúgva seg eru sera ójavnar, bæði ímillum fakbólkarnar og innanhýsis í fakbólkunum.

- Onkur fær útbúgvingina fyri onki, onkur fær frí við løn, onkur betalir alt sjálvur, onkur fær ferðaendurgjald o.s.fr.

- Hetta má metast sum ein sera óheppin gongd í útbúgvingarpolitikkinum, heldur hon.

Hon heldur, at av tí at tey, sum í dag útbúgva seg til sjúkrarøktarfrøðing, lærara og námsfrøðing, verða útbúgvin bachelor, er trupulleikin við uppstiganini ein avmarkaður.

- Tað snýr seg um, at tey, sum framvegis hava gomlu útbúgvingina, fáa høvi at útbúgva seg á jøvnum føti við tey, sum eru bachelorar, tí starvsøkið er eins.

Hon minnir eisini á, at tá ið heilsuhjálparaútbúgvingin bleiv sett á stovn, fingu allar heimahjálpir møguleika at útbúgva seg til heilsuhjálpara við løn, so tann skipanin var eins fyri øll.