Gera spælipláss í Havn til børn og vaksin

Tórshavnar Býráð fer nú at gera nøkur trivnaðarøki runt um í Havnini, har bæði børn og vaksin kunnu spæla og venja undir tryggum umstøðum. Tað hevur býráðið samtykt.

Í hesum sambandi er ætlanin at gera nøkur av fríøkjunum ymsastaðni í Havnini til trivnaðarøki hjá bæði børnum og vaksnum. Har er so ætlanin at seta ymisk amboð upp sum eru ætlað bæði til spæl og til rørslu.

- Góð og fjøltáttað trivnaðartilboð hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá tí einstaka og tí eigur stórur dentur at verða lagdur á at hava góð og fjøltáttað trivnaðartilboð til allar aldursbólkar, sigur býráðið.

- Endamálið er eisini at fremja heilsugóðan livihátt við at fáa so nógvir borgarar sum gjørligt, at røra seg meira í gerandisdegnum, tí tað er við til at fyribyrgja vælferðarsjúkum, sum eru ein alsamt veksandi trupulleiki.

Nógv ymisk amboð kunnu verða sett upp á einum trivnaðarøki.

Til børnini er ætlanin at seta ein stóran bólt upp við klatrineti, sum børn og ung kunnu klatra í og sostatt røra seg og styrkja motorikkin.

Til vaksin er ætlanin at seta amboð upp á náttúruøkjum í býnum, sum tey síðani kunnu brúka til at styrkja konditión og vøddar.

Býráðið leggur dent á, at hesi trivnaðarøkini liggja tætt við, har fólk ganga og koma framvið. Talan skal eisini verða um øki, sum bera dám av at vera almenn øki, og talan skala sostatt ikki verða um tey ymsu ítróttarøkini í býnum.

Býráðið hevur nú samtykt at seta eina millión av til gera trivnaðarøki runt um í býnum við spæliplássum og venjingaramboðum og nú fer býráðið at biðja um tilboð upp á arbeiðið.

Myndin er av einum slíkum trivaðarøki uttanlands, men hetta kann vera dømi um útgerð og amboð, sum verða sett upp á trivnaðarøki í Havnini.