- Í mínum ugaheimi kann ein bátur, sum snýtur, ikki verða føroyameistari.
Tað staðfestir Niels M. Jacobsen í Fámjin, sum er formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum eigur Tvørabátin.
Tvørabáturin er ein av teimum 11 seksmannaførunum, sum fara at boykotta kappróðurin á ólavsøku, fær Páll Fangi úr Klaksvík, ikki harðari revsing fyri at hava róð við ólógligum báti á nøkrum stevnum í summar.
Róðrarsambandið sigur, at tað kann prógvast, at Páll Fanga hevur verið ólógligur á Norðoyastevnu og á Jóansøku og afturfyri tað er hann dømdur at fáa tvey gul kort.
Sostatt varðveitur hann øll stigini, hann hevur fingið og eftirsum hann hevur vunnið allar stevnurnar í ár, kann hann longu kalla seg føroyameistara, tí nú kann ongin fáa hann aftur.
Sum tað sæst í øðrum greinum í blaðnum, vilja manningarnar á 11 seksmannaførum ikki góðtaka hesa avgerðina og hava kunngjørt, viðgerð Róðrarsambandið ikki málið av nýggjum og revsar Páll Fanga harðari, fara tey øll somul at boykotta ólavsøkuróðurin.
Men tað er eisini greitt, at avgerðin hjá Róðrarsambandinum verður kærd til dómsnevndina.
Tað gjørdi Froðbiar Sóknar Róðrarfelag nevniliga í gjárkvøldið.
Róðrarsambandið hevur síðani seks dagar at viðgerða kæruna í, men skal hon geva nakra meining, skal berast skjótari at enn so, tí ólavsøkuróðurin er longu í ovurmorgin.
Harðari revsing
Niels M. Jacobsen staðfestir, at tey kunnu ikki góðtaka niðurstøðuna hjá Róðrarsambandinum um Páll Fanga og tí hava tey kært.
- Vit halda einasta revsing, sum kann koma upp á tal, er, at Páll Fangi antin missur stigini ella verður kolldømdur í teimum stevnum, har tað kann prógvast, at hann hevur verið ólógliga innrættaður.
Hann góðtekur ikki frágreiðingina hjá Róðrarsambandinum um, at ongin kæra er innkomin um Páll Fanga og at tað tískil ikki ber til at koma afturum aftur.
- Hetta er ikki eitt mál, sum hevur við eina hending á eini stevnu at gera. Hetta er eitt mál, har ein bátur er broyttur ímóti reglunum hjá Róðrarsambandinum og tað er heilt hvør sítt.
Hann vísir á, at rógvari á Páll Fanga hevur eisini alment viðurkent í Sosialinum mikudagin, at teir hava róð við báti, sum hevur verið ólgógligur.
Formaðurin í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag sigur, at tað er hetta, tey gjørt Róðrarsambandið vart við.
- So má tað vera teirra uppgáva at kanna málið út í æsir og at kanna prógvini frá teimum stevnum, sum hava verið.
Hvussu langt aftur í tíðina skulu vit so fara? Skal ein bátur so eisini missa stig ,ella FM heitið, vissi ein mynd brádliga kemur undan kavi av onkrum báti, sum var ólógligur á onkrari stevnu fyri fleiri árum síðani?
- Hatta er ein spurningur, eg havi hugsað um. Men tað má standa til Róðrarsambandið at meta um í hvørjum einstøkum føri, sigur Niels M. Jacobsen.
Aðrastaðni í blaðnum í dag hava vit fleiri greinar um sama mál.









