Fransmenninir koma henda vegin við leiguflogfarið. Tá ið dysturin verður liðugur um nátturðatíð leygarkvøldið, og stóru stjørnurnar verða lidnar undir brúsuni og at tosa við mongu tíðindafólkini, fara teir í bussi beinleiðis vestur á flogvøllin og til hús aftur. Franska landsliðið fer at búgva á Hotel Føroyum, meðan teir eru í Føroyum. Har fara teir ivaleyst at kenna seg aftur, tí teir búðu eisini har, tá ið teir síðst spældu her.