KFUM-skótarnir gera eina stóra skótalegu í Havnardali, sum kann brúkast av øllum borgarum, men sjálvandi fyrst og fremst av KFUM skótunum sjálvum.
Heðin Mortensen var sum bæði borgarstjóri og gamal skóti boðin út í Havnardal at loysa fyrsta flagið til hesa stóru skótalegu. KFUM skótarnir hava longu samlað umleið eini 300.000 krónur til at skipa sjálva leguna. Talan er um eitt megnar arbeiði frá skótum og foreldrum.
Skótalið KFUMs hevur fingið eina trøð í Havnadali, har ætlanin fyribils er at gera ein tjaldvøll og at seta ein skúr upp. Seinni verða so eini hús sett upp. Jógvan Weihe hevur stuðlað eini navnakapping um økið. Kappingin varð sett í gongd undir hátíðarhaldinum í gjár, Flaggdagin.
Patruljufundirnir á Bakkahellu og seinni í skótahúsinum við Havnará styrkti samanhaldið millum dreingirnar í býnum. Ferðirnar í haga og á fjøllum kring landið, summarlegurnar, legubálini og frálíku vikuskiftini við Leynavatn kveiktu áhuga og alsk til náttúruna.
- Skótarørslan ger eitt stórt og týðandi samfelagsligt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri uppalingina hjá børnum og ungum, tí sum vit vita, er skótaarbeiðið tætt knýtt at náttúruni. Skótar ferðast nógv í haga og á fjøllunum og læra at virða og hugsa seg væl um í náttúruni. Teir ganga undan sum góð fyridømi fyri onnur, og tað er góð barlast at hava seinni í lívinum, segði Heðin Mortensen í sambandi við, at fyrsta flagið varð loyst til leguna í Havnardali.









