Tove Ditlevsen er eitt av størstu nøvnunum í donskum bókmentum, og seinnu árini hava hennara bøkur verið nógv frammi bæði í Danmark og aðrastaðni.
Eitt av høvuðsverkunum hjá Tove Ditlevsen er skaldsøgan »Gift«, sum byggir á veruligar hendingar. Heitið sipar við tvítýdda týdninginum bæði til at vera gift og at eitra seg við rúsevnum. Bókin greiðir frá rokmikla lívinum hjá Tove Ditlevsen sum rithøvundur, kona, mamma og misbrúkari.
Nú skal nýggj sjónvarpsrøð grundast á hesa bók. May el-Toukhy verður leikstjóri, og hon skal skriva røðina saman við Maren Louise Käehne, sum verður høvuðshøvundur.
Nordisk Film stendur fyri framleiðsluni av røðini, men enn er ikki greitt, hvar hon verður send.
Tove Ditlevsen doyði 58 ára gomul í 1976.











