Gera serliga avtalu við ávísar bátar

Allir flokkar uttan Fólkaflokkurin arbeiða við einum broytingaruppskotið til fiskidagarnar áðrenn 3. viðgerð.

Nógv kjak hevur verið um uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um tillutanina av fiskidøgum komandi árið. Hóast eitt ynski var um, at ein breið semja skuldi finnast, kom Vinnunevndin við ikki færri enn fýra tilmælum til 2. viðgerð í tinginum.

 

Nú 3. viðgerð kemur fyri í dag, er tó líkt til, at tað er eydnast at finna eina breiða semju fyri enn einum broytingaruppskotið. Samgongan, Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin, tað vil siga allir flokkar uttan Fólkaflokkurin, eru um at semjast um eitt nýtt uppskot.

 

Í nýggja uppskotinum verða fiskidagarnir skerdir við 15 prosentum í staðin fyri tey 30 prosentini, sum varð samtykt við 2. viðgerð. Buffarin, sum skal lutast út til teirra, sum brúka sínar dagar, verður sjey prosent heldur enn 15, sum varð samtykt.

 

Eisini skal ein serlig avtala gerast við teir bátar, sum hava spart landgrunnin, til dømis við at fiska í Grønlandi, Nýfundlandi og aðrastaðni. Heldur enn at missa hesar dagar, sum teir ikki brúka á landgrunninum, ein fyri ein, verða teir løntir aftur við at missa teir ein dag fyri hvørjar tveir, teir ikki hava fiska á landgrunninum men í staðin aðrastaðni, ella kanska ein fyri hvørjar tríggjar.

 

Tingfundur verður klokkan 10 í dag og fyrsta mál á skrá er triðja viðgerð av fiskidøgunum fyri 2016/2017.