Mitt í farnu viku komu tveir norðmenn til Føroya.
Teir eru komnir at gera kanningar fyri landsverkfrøðingin í Hovi.
Teir skulu gera tær endaligu kanningarnar at vita, hvønn veg tað er best at skjóta eitt berghol ímillum Øravík og Hov.
Sostatt kann staðfestast, at í øllum førum heldur arbeiðið at fyrireika bergholsgerð ímillum Øraßvík og Hov fram.
Higartil hevur mest verið roynt at funnið útav, hvønn veg, tað er best at leggja tunnilin.
Og enn er ikki endaliga gjørt av, hvønn veg linjan skal liggja.
Ymsir møguleikar eru kannaðir og ymisk uppskot eru gjørd um, hvar tunnilin skal borast.
Men Hermundur Michelsen, sum er formaður hjá Landsverkfrøðinginum í Suðuroynni, sigur fyribils sær út til, at tann eystasta linjan, sum er í uppskoti, er tann frægasta leiðin at ganga.
Hetta er ein linja, sum gongur inn í Tjaldavík uttanfyri Holmsund, undir Rættarhamar, har hovbingar hava rætt.
Í Hovi kemur hon útaftur í hamrinum beint uttanfyri rulluportrið omanfyri Milliónsvingið, einar 200 metrar niðanfyri Hovgrímsgrøv.
Verður tunnilin lagdur hendan vegin, verður hann góðar tveir kilometrar langur.
Tá ið tær seimisku kanningarnar eru lidnar, kann sigast við vissu, um hetta er ein gongd leið.
Men kann hendan linjan ikki brúkast, verður so neyðugt at kanna eina aðra linju.
Men jarðfrøðingur kannað økið. Og eftir tí, hann sær, er hetta tann frægasta leiðin at bora tunnilin.
Hermundur Michelsen, at í løtuni eru teir í ferð við at gera royndarboringar og tær verða lidnar um eina til tvær vikur.
Men nú skulu seimiskar kanningar til fyri at staðfesta endaliga, um hendan linjan kann brúkast.
Nú eru teir í ferð við at seta punktini upp, og so verður skotið seinni, tá ið amboðini eru komin.
Roknað verður við, at teir eru lidnir fyri jól, men so skulu úrslitini týðast.
So einaferð fyrst í komandi ári, verður tað greitt, um hetta er ein brúkilig loysn.
Tá ber eisini til at gera eina neyva kostnaðarmeting
Men eitt er at gera kanningar. Nakað heilt annað er, nær farið verður undir arbeiði.
Og tað er ein politiskur spurningur, sum ongin kann siga nakað sum helst um enn.