Gera seg inn á busskýlir

Herverk

Løgreglan í Eysturoy leitar eftir ótangum, sum stundum hava til fragd at gera seg inn á busskýlini í oynni.
Kristian Martin Joensen, sýslumaður, sigur, at seinasta herverkið er framt á busskýlið við Gøtugjógv, har rútarnir eru brotnir.
- Tað vísir seg, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki í oynni.
Hann sigur, at rútarnir í einum slíkum skýli eru dýrir, og hann sigur seg hava skilt, at umvælingin av busskýlinum við Gøtugjógv kostar einar 6.000 krónur.
- Tað er jú púrasta meiningsleyst at gera seg inn á hesi skýlini, heldur sýslumaðurin.
Hann sigur, at løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum vilja hjálpa teimum at finna út av, hvørjir ótangarnir eru, sum ikki kunnu lata skýlini í oynni fáa frið.
- Vit vita ikki, hvørjir ótangarnir eru, men vit vita, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki. Tí vilja vit fegin frætta, um onkur veit okkurt at siga okkum, sum vit ikki vita, sigur Kristian Martin Joensen.