Gera seg inn á bussar

Í seinastuni hava fleiri herverk verið ímóti bussum í Danmark, og løgreglan sigur seg vera sannførda um, at talan er um skipað herverk, og at tað eru harkalið úr londum í Eysturevropa, sum fremja tey. Brotsmenninir bróta inn í bussarnar um næturnar og stjala teldur, flatskíggjar og aðra tøkni, sum teir taka við sær av landinum. Løgreglan hevur fingið serliga nógvar fráboðanir frá busseigarum á Suðursælandi og á Lollandi-Falster.