Gera seg inn á hjartastartarar so at teir ikki rigga

Løgreglan harmast um, at teir ikki fáa frið

Løgreglan hevur fingið tvær fráboðanir, at ótangar hava gjørt seg inn á hjartastartarar, sum eru settir upp fyri at bjarga mannalívi, skuldi onkur fingið hjartaslag. Løgreglan sigur, at tað var sløkkiliðið, sum ringdi at boða frá, at ein hjartastartari í Kaldbak hevði verið fyri herverkið og í Hoyvík var ein hjartastartari horvin.

 

Í Tórshavnar Kommunu er tað sløkkiliðið, sum hevur eftirlitið við hjartastartarunum og hetta var uppdagað í tí vanliga eftilitinum hjá teimum. Tað merkir, at í ringasta føri hava hjartastartararnir ikki verið til taks heilt síðani seinasta eftirlitið var.

 

Løgreglan harmast um, at hjartastartararnir ikki fáa frið, tí tað eru dømi um, at teir hava bjarga mannalívi.