Gera seg inn á føroysk garnaskip

Gørnini fáa ikki frið at standa, tí flotini ella boyurnar verða trolaðar omanav, av útlendskum trolarum.

Hetta stendur at lesa í einum fyrispurningi, sum løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard hevur sent landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.

Løgtingsmaðurin spyr landsstýrismannin, hvørja verju føroysk garnaskip hava móti fremmandum trolarum, ið royna eftir pelagiskum fiskasløgum í føroyskum sjógvi.

- Tá trolað verður eftir pelagiskum fiskasløgum hendir tíðum, at flotini/boyurnar verða trolaðar omanav, av útlendskum trolarum. Hetta gevur garnaskipunum stórar trupulleikar, tí neyðugt er at dreggja fyri at fáa gørnini aftur. Hetta kostar bæði tíð og pening, og vandi er sjálvsagt fyri at missa reiðskap, skrivar løgtingsmaðurin.

Hann spyr, um knattstøðurnar hjá garnareiðskapinum verða sendar útlendskum skipum, sum royna í føroyskum sjógvi. Garnaskipini senda hesar upplýsingarnar til Vørn, sum so bera boðini víðari. Eftir øllum at døma fáa føroysku skipini boðini, tí so vítt Kári P. Højgaard veit, hava garnaskipini ongar trupulleikar av teimum føroysku skipunum á pelagiskari veiðu.

Spurningarnir, Kári P. Højgaard setir landsstýrismanninum eru hesir:

1. Hvørja verju hava føroysk garnaskip móti fremmandum trolarum, ið royna eftir pelagiskum fiskasløgum í føroyskum sjógvi?

 

2. Eru ásettar treytir í loyvunum hjá trolarunum, um ikki at koma á øki, har roynt verður við faststandandi reiðskapi?

 

3. Hvat verður frá almennari síðu gjørt fyri at tryggja, at garnaskip ótarnað kunnu dríva garnaveiðu á djúpum vatni uttan ótta fyri, at fremmand skip skulu trola flotini omanav?