Í Vági hava fólk tikið seg saman um at varðveita Stóra Pakkhús, ið er ein av bygningunum á Gørðunum.
Fyri tveimum árum síðani var Garðabrúgvin liðugt umvæld og hugskotið um at at nýta pakkhúsið til okkurt skilagott tók seg upp.
Í fjør stovnaðu seks ymisk feløg eitt felag, ið hevur til endamáls at varðveita húsini.
Húsini eru gomul, bygd í 1901, og nógv virksemi hevur verið á staðnum. Men seinnu árini hevur eingin verið um húsini, og tað sæst eftir.
Nevnd hevur seinastu tíðina arbeitt við, hvussu farast skal fram, eftir at nýggja felagið hevur ognað sær húsini.
Sum skilst, er ætlanin at koma so nær tilber aftur uppruna líkinum og samstarvað verður við Fornminnisavnið.
Feløgini, ið hava tikið seg saman, eru ymisk og hava ymisk áhugamal. Tískil verður talan um eini hús, ið koma at rúma nógvum ymiskum virksemi.
Feløgini, ið hava tikið seg saman um felagið Stóra Pakkhús eru Johanna TG 326, Kappróðrarfelagið, Grindabátafelagið, Fornminnafelagið, Nýggjársnevndin og Garðabrúgv.
Ætlandi verða bæði møguleikar fyri fundarvirksemi, veitslum, brúsu og vaskimøguleikar til kappróðrarfólk og ferðafólk, rúm fyri kappróðrarbátum, umframt at sjósavn skal vera í húsunum.










