Verða uppskotini um at loyva loyva samskyndum hjúnalagi samtykt, verða allar samkomur, sum ikki vilja víga samkynd, gjørd till lógbrótarar.
Tað er kenslan, tey í samkomuni, Lívduni, í Hoyvík, sita við.
Tey hava nú sagt sína hugsan um uppskotini at loyva samkyndum hjúnalagi, og í tí sambandi vísir samkomuleiðarin, Jógvan Zachariasen, á, at eftir lógini kann fólkakirkjan bara víga pør av hvør sínum kyni.
- Eftir hesum at døma er henda lóg ikki galdandi fyri fríkirkjur, men bara fólkakirkjuna, sigur hann.
Hann sigur, eftir lógini at døma, eru prestar í fólkakirkjun vardir av hesi ásetingini, men ikki prestar í fríkirkjum og samkomum.
Sum vit skilja tað, sleppur fólkakirkjan undan at víga, ella signa hjún við sama kyni, men tað sleppa Lívdin, og aðrar samkomur, ikki undan, hóast vit eru skrásettir trúarbólkar.
- Tann borgarliga vígslan verður sostatt galdandi fyri tvey av ymiskum kyni og tvey av sama kyni.
Jógvan Zachariasen heldur, at hetta er eisini í stríð við upprunaligu ætlanina við borgarligari vígslu sum kom, tí at mett varð at trúarfrælsið var skert, um øll pør skuldu vígast í kirkjuni.
Vit sakna eisini at síggja eina væl grundaða Lýsing av muninum á “borgarligum hjúnabandi” og “kirkjuligum hjúnabandi”, á “borgarligari vígslu” og kirkjuligari vígslu.”
- Einki er nevnt um hetta og fyri okkum tykist tað, sum at fara úr einum handli í annan at keypa somu vøru. Higartil hevur eingin munur verið á kirkjuligum og borgaligum hjúnabandi, sigur hann.
Hann vísir á, at vígslan kann vera kirkjulig ella borgarlig, men tá ið vit so møtast uttanfyri kirkju ella býráðshús, er hjúnabandið í grundregluni tað sama.
Vónandi verða vit ikki sett í eina støðu, har vit noyðist at gera ímóti okkara trúgv, sum sjálvandi er í stríð við trúarfrælsið, sigur Lívdin.
Eftir hesum løgtingsmálum, sær tískil út sum at Lívdin, mótsatt fólkakirkjuni, ikki kann nokta borgarligari vígslu av tveimum av sama kyni, uttan so at tað hevur avleiðingar fyri okkum, og óivað aðrar fríkirkjur eisini.
- Er hetta so, kennist tað sum ein “kriminalisering” og “stigmatisering” verður løgd á okkum, um vit velja ikki at akta lógarásetingiina, grundað á okkara persónligu sannføringar og sjónarmið um hjúnabandið.
- Vit halda at tað er átaluvert, um yvirvøldin skilir lógina sundur og ikki loyvir fríkirkjum og øðrum samkomum at koma undir somu undantøk, sum fólkakirkjan hevur, sigur Jógvan Zachariasen.











