Gera søguna sjónligari á Sandi

Hesi seinastu árini hevur verið arbeitt við verkætlanini Søguslóðir. Nú síggjast fyrstu úrslitini av hesum arbeiðinum.
- Sandoyggin var eitt væl valt stað fyri føroyska partin av hesi verkætlanini, sigur Regin Debes frá Fornminnissavninum.

- Við verkætlanini Søguslóðir verða fortreytir nevniliga skaptar fyri søguligari ferðavinnu her í oynni, sigur Regin.
Íalt vóru 16 partar í hesi altjóða verkætlanini, ið eisini fekk stuðul úr EU. Felags fyri øll hesi var, at tey høvdu íslendsku fornsøgurnar sum part av sínari søgu.
Við verkætlanini verður miðað eftir at gera fleiri søguleiðir, sum eru grundaðar á Føroyingasøgu, eins og á sagnir og frásøgur úr oynni.
Samstundis við hetta hevur ein sett sær fyri at kveikja kynstrið at siga frá søgum og at menna mentanina í økinum.
Í triðja lagi verður miðað eftir at marknaðarføra Sandoynna og hini økini sum søguoyggjar.
Fyrrapartin í gjár var framløga og framsýning á Sandi, har greitt varð nærri frá endamáli og týdningi av Søguslóðum.


Mettað við søgum
Endamálið við ætlanini var at gera søguna, serliga frá víkingatíðini meiri sjónliga.
Miðað varð somuleiðis eftir at henda søgan skuldi gerast meiri atkomulig hjá ferðafólki.
Sandoyggin er mettað við søgum og haraftrat góðum frásøgufólki. Her finnast hópin av sagnum, søguligum støðum, útgravingum og umhvørvi við søguslóðum, á hesi lítlu oynni.
Í samband við verkætlanina hevur ein haraftrat givið út eitt kort, sum vísir á øll tey søguligu støðini á Sandoynni, Skúvoynni og mín sann eisini á Stóru Dímun.
Fyrrapartin í gjár varð eisini løgd fram ein bók sum lýsir úrslitið av verkætlanini í øllum londunum.
Á kommunuskrivstovuni á Sandi hevur ein sett upp eina framsýning við upplýsingum um arbeiðið, sum ein er komin fram til á hinum støðunum í Norðurhøvum.
Her er møguligt at fáa meiri at vita um søguslóðir í Svøríki, Noregi, Man, Orknoyggjum, Hetlandi og í Íslandi.
Henda framsýningin á Sandi er opin fyri almenninginum gerandisdagar millum kl. 14 og 16 tær komandi tvær vikurnar. Møguleikar eru eisini hjá skúlaflokkum at vitja framsýningina.



FAKTA

Søguslóðir
Ein altjóða verkætlan “Destination viking – Sagalands”, sum fevndi um árini 2003-05. 17 partar í Norðurhøvum vóru við í verkætlanini.
Fornminnissavnið og Ferðaráð Føroya hava arbeitt saman við Sandoyar Sýslu Ferðalag, kommunum og øðrum um verkætlanina, sum á føroyskum kallast Søguslóðir.
Søguslóðir tekur støði í Føroyingasøgu, søgnum og frásøgnum úr Sandoy, Skúvoy og Stóra Dímun.