Gera rundkoyring í Søldarfirði

Fyri at bøta um ferðslutrygdina verður rundkoyring gjørd við Krossin í Søldarfirði. Spreingiarbeiðið niðan móti Gøtueiði verður væntandi liðugt í ár

 

Vegagerð

 

Søldarfirði: Tað verður gjørd rundkoyring á vegamótinum við Krossin í Søldarfirði. Tað fer at bøta munandi um trygdina, verður sagt av Landsverkfrøðingsstovninum.

 

Teir fylla upp niðan fyri vegin fyri soleiðis at gera pláss fyri sjálvari rundkoyringini. Niðan móti klettinum verður sum er, meðan tað plássið millum vegirnar, har eitt nú busskýlið nú er, verður partur av sjálvari rundkoyringini.

 

Busskýlið verður flutt, verður sagt frá Landsverkfrøðinginum. Tað skal flytast eitt sindur niðan eftir vegnum móti Gøtueiði og setast upp aftur í niðaru vegsíðu.

 

Tað fer ivaleyst at lætta mundandi um ferðsluna á Krossinum, tá rundkoyringin kemur, verður sagt frá Landsverkfrøðinginum. Sum er, er keðiligt at koyra har, serliga hjá teimum, sum koma oman av Gøtueiði. Haldast skal av fyri blum báðumegin frá. Umframt at ein keðilig høvd er, sum ger tað heldur ósýnt hjá teimum, sum koma inn eftir úr bygdini í Søldarfirði.

 

Spreingiarbeiðið niðan móti Gøtueiði skal eftir ætlan verða liðugt í hesum árinum, eins og tilfarið haðani eisini skal vera burturbeint, siga tey hjá Landsverkfrøðinginum. Soleiðis at tann soevndi ráðvegurin er klárur. Men ivaleyt verður ikki klárt at koyra eftir honum enn.

 

Vegurin oman av Gøtueiði móti Krossinum er heldur brattur, verður sagt, og tí er hann lækkaður nakað væl í niðara parti nakað niðan, áðrenn hann so verður lyftur upp aftur gjøgnum skarðið, sum skotið er í Gøtueiði.

 

Tað er trongligt at arbeiða á vegastrekkinum millum Krossin og Gøtueiði, láta tey at. Bratt er og ringt at standa, tá skotið er, og gravast skal burtur. Og ferðslan er rættiliga nógv á staðnum.

 

Hvørja ferð skotið verður, má ferðslan steðgast eina løtu, til grivið er frá aftur. Og tá standa beinan veg einir 50-60 bilar eftir 10 minuttum, siga tey hjá Landsverkførðinginum.

 

Tað ber heldur ikki til hjá teimum bara at skjóta nær sum helst, ella tá tað liggur best fyri hjá teimum sjálvum. Fyrilit má takast fyri ferðaætlanini hjá Dúgvuni, soleiðis at bilar, sum skulu til Leirvíkar til Dúgvuna, ikki verða steðgaðir og missa túrin orsakað av vegarbeiðinum.

 

Men eitt hjartasuff hava tey. Og tað er, at tað eru ikki allir bilførarar, sum vísa nóg góðan ferðslusið, tá koyrt verður á staðnum.

 

Tað er týðuliga merkt, at arbeitt verður á vegnum. Men hóast tað, eru tað veruliga bilførarar, sum bara koyra, sum einki var. Og teir eru »skítfarligir« bæði fyri seg sjálvar og ikki minst arbeiðsfólkið, sum frammanundan hevur torførar umstøður at arbeiða undir.

 

Og tey leggja dent á, at tað bara eru føroyingar, sum koyra ov skjótt har, hóast rættiliga nógvir útlendskir bilar eisini ferðst tann vegin. Men ikki eina einastu ferða hava tey lagt merki til, at teir koyra ov skjótt ella eru til ampa fyri arbeiðsfólkið.

 

Annars verður vegarbeiðið, sum gjørt er innanvert fram við eystara armi á Skálafirði, gjørt liðugt eftir summarfrítíðina. Tá verður vegurin undir Valaknúkum endaliga asfalteraður, verður sagt frá Landsverkfrøðingsstovninum.