Av býráðnum siga tey, at dentur verður lagdur á at veita skúlabørnum ferðslutryggar atkomumøguleikar til skúlan. Arbeiðið varð boðið út, og tekniski stjórin og trivnaðarstjórin mæltu til, at tikið varð av lægsta tilboðnum, sum var frá frá Sp/f Andreas Berg.
Málið varð samtykt í teknisku nevnd, mentamálanevndini og fíggjarnevnini – og einmælt samtykt uttan avkvøðugreiðslu beint fyri ólavsøku, soleiðis at farast kundi undir arbeiðið beinanvegin.?
Kelda: torshavn.fo










