Gera risastóra vindmyllulund í Kattegat

Danir fóru í gjár undir tað fyrsta stigið at byggja eina stóra vindmyllulund við oynna Anholt í Kattegat. Tá ætlanin er fullførd seint í 2013, verður vindmyllulundin tann størsta av sínum slagi í heiminum.

Vindmyllurnar skulu standa á havbotninum millum Anholt og Djursland í Eysturjyllandi, og tær fara at nøkta elnýtsluna hjá meiri enn 400.000 húsarhaldum ella fýra prosent av allari elnýtsluni í Danmark.

Martin Lidegaard, orkumálaráðharri, sigur við fjølmiðlarnar, at verkætlanin vísir, at Danmark ætlar sær at ganga undan á hesum økinum. Hann sigur, at kappingin við onnur lond er hørð, men at stjórnin ætlar at røkka sínum máli, sum er, at í 2020 skal helmingurin av teirri donsku elnýtsluni koma frá vindorku.

Anholt Havmøllepark, sum verkætlanin eitur, fer at hava 111 vindmyllur. Hvør vindmylla verður 141,6 metrar høg, og hvør mylla vigar 460 tons. Framleiðsluorkan hjá teimum 111 myllunum verður 400 MW.