Næsta ár verður farið undir at gera eitt stort kampingpláss í Haldórsvík. Tað hevur kommunustýrið í Sundalagnum, nú samtykt.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at tilsamans eru góðar 800.000 krónur settar av til endamálið í ár.
at kommunustýrið samtykt at slætta stykkið og at gera tað klárt til kampingvognar í ár.
Samstundis skal húsið við ymsum hentleikum, sum hoyra til, eisini gerast í ár, men tað verður ikki innrættað, og gjørt heilt liðugt, fyrr enn næsta ár.
Borgarstjórin sigur, at talan verður um eitt stórt kampingpláss, tí har verður pláss fyri einum 50 vognum, men so skal eitt stórt parkeringsøki eisini gerast.
Hann sigur, at hetta er eitt økið, sum hongur upp í ætlanini at skipa ferðsluna í Tjørnuvík í sambandi við ferðavinnuna við parkeringsplássum til bilar og bussar og kampingplássi.











