Gera pláss til 50 kampingvognar

Nú verður farið undir at gera kampingpláss í Sundalagnum

Nú verður farið undir arbeiðið at gera kampingpláss í Sundalagnum. Kommunustýrið hevur nú samtykt at játta 250.000 krónir til arbeiðið í ár, og samstundis er eisini samtykt at 550.000 krónur afturat skulu játtast til endamálið næsta ár.

 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at kampingplássið er til 50 kampingvognar og tað verður gjørt í sambandi við Náttúrulundina við Streymin.

 

Hann sigur, at peningurin, sum er játtaður skal brúkast til at grava oman av, fylla út, planera, og annars at gera alt lendisarbeiði.

 

Men so er eftir at leggja streym og vatn, umframt at eitt hús skal byggjast við wc og brúsu og øðrum hentleikum. Talan verður um eitt hús, sum skal verða felagshús hjá Náttúrulundini og kampingplássinum.

 

Heðin Zachariasen sigur, at tað er ikki óhugsandi, at peningur eisini verður settur av til tað endamálið næsta ár.