Í Sandavági er kommunan farin undir at gera fleiri parkeringspláss við kirkjuna Ætlanin er, at pláss verður fyri 36 bilum á tí nýggja parkeringsøkinum, skrivar Jóanis Nielsen á heimasíðuni.
Økið verður gjørt soleiðis, at parkeringsbásarnir eru oman frá vegnum, sum er niðan fyri kirkjuna vestanfyri.
Eisini er ætlanin at gera eitt portur á kirkjugarðin vestureftir, soleiðis at tað fer at bera til at ganga frá parkeringsplássinum í kirkjuna vestaneftir.










