Russisku myndugleikarnir halda, at norska sjóverjan gjørdi í so nógv av, tá hon fyri nøkrum døgum síðani gav tveimum russiskum skipum boð um at sigla til Bjarnoynna. Talan var um ein trolara og eitt flutningsskip. Flutningsskipið var í ferð við at taka ímóti fiski frá trolaranum, men norðmenn steðgaðu arbeiðinum, tí tey bæði skipini høvdu ikki boðað frá, at tey skuldu umskipa fisk í verndarøkinum við Svalbard.
Í rættinum í Longyerbýnum á Svalbard fekk trolarin 900.000 norskar krónur í bót, og flutningsskipið varð dømt at gjalda 1,25 millión krónur. Harumframt fingu teir báðir skipararnir 5.000 krónur í bót hvør.
Men reiðaríið hjá trolaranum sýtir fyri at rinda bótina hjá skipinum. Ein talsmaður hjá reiðarínum sigur við Aftenposten, at trolarin hevur ikki brotið nakra russiska lóg, men at skiparin helt seg til vegleiðingarnar frá russisku myndugleikunum. Hann heldur, at norðmenn hava gjørt alt ov nógv av. Reiðaríið hevur biðið teir politisku myndugleikarnar í Moskva taka málið upp, tá Russland og Noreg í næstum fara at tosa um veiðirættindini í Barentshavinum.
Í gjár lógu tey bæði russisku skipini framvegis við Bjarnoynna.