Gera onki við fiskimenn og ALS enn

Skulu fiskimenn hava betri sømdir í ALS, má tað umhugsast sera gjølla og tað hava vit ikki arbeiðsorku til beint nú, sigur Bjarni Djurholm

ALS og fiskimenn
 

Fyribils verður onki gjørt fyri at geva fiskimonnum betri umstøður í ALS.
Tað staðfestir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann hevur merkt sær niðurstøðuna hjá ALS um, at skulu fiskimenn hava serliga sømdir í skipanini, krevst lógarbroyting.
- Og tað hava vit ikki arbeiðsorku í Vinnumálaráðnum til at fara undir í løtuni, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at tá ið Vinnumálaráðið fekk niðurstøðuna frá ALS, varð longu ein listi gjørdur yvir tey mál, sum ætlanin er at gremja í næstum.
Og Bjarni Djurholm sigur, at tann listin verður framvegis raðfestir og av tí, at svarið frá ALS ikki var komið, tá ið listin var gjørdur, er spurningurin um ALS og fiskimenn ikki á listanum.
Og listin verður ikki broyttur, tí so má okkurt av málunum leggjast á hyllina av teimum, sum vit frammanundan høvdu sett okkum fyri at fremja, sigur hann.
- Hetta er heilt einfalt ein spurningur um arbeiðsorku, leggur hann afturat.
Tí verður tað ikki fyrrenn í hvussu so er eftir jól, at spurningurin um fiskimenn og ALS kann takastr til viðgerðar.
Og Bjarni Djurholm ásannar, at hetta er ikki eitt mál, sum er einfalt at loysa.
Tvørturímóti er talan um eitt sera prinsipielt mál, tí skulu fiskimenn hava serliga skipan, kann henda, at eisini aðrir bólkar fara at krevja sersømdir.
Men eftir hansara fatan, er politiskur vilji til at taka umstøðurnar hjá fiskimonnum í ALS til viðgerðar.
- Í hvussu so er, er vilji til at broyta viðurskiftini lutvíst, men eg ivist í, at vilji er til at gera so stórar broytingar, sum nøkur hava hug til.
- Spurningurin, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, verður støðan hjá fiskimonnum broytt. Tað er eitt mál, sum kann skapa fordømi, so at eisini aðrir bólkar fara at krevja serligar sømdir og tí skulu broytingar umhugsast sera gjølla, sigur Bjarni Djurholm.
Tað var eisini orsøkin til, at Løgtingið í vár ikki vildi heita á landsstýrismannin um at broyta lógina, men einans vildi heita á hann um at virka fyri at finna eina loysn.



Fiskimenn og ALS
 Tað hevur annars mangan verið frammi, at fiskimenn hava ov vánaligar sømdir í Arbeiðsloysisskipanini.
Víst hevur serliga verið á, at tá ið skip liggja ávísar tíðir, fáa fiskimenn ikki eitt oyra úr ALS, hóast teir onga inntøku hava
Vanligastu orsøkirnar til, at skip liggja, er, at tey eru á beding og til eftirlit, men tað kann eisini vera at tey verða løgd fyri fiskaloysi.
Undir hesum umstøðum fáa fiskimenn onki frá ALS, hóast teir ganga fyri onki í langa tíð.
Fyri at fáa útgjald úr ALS, skal fiskimaður verða beinleiðis uppsagdur og hann skal eisini vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum og sostatt eisini til reiðar at átaka sær eitt hvørt arbeiði, sum ALS ávísir honum.
Tað hevur frammi at fiskimenn hava alt ov vánaligar umstøður í ALS, tí hildið verður, at tað er órímiligt, at teir ikki kunnu fáa útgjald úr skipanini, tá ið teir eru noyddir at ganga í landi í langa tíð av tí at skipið liggur av einhvørjari orsøk.
Seinastu royndina at bøta um umstøðurnar hjá fiskimonnum í ALS, gjørdi Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, tá ið hann í vár legði uppskot fyri Løgtingið.
Í uppskotinum vildi hann hava Løgtingið at heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um ALS, so at fiskimenn eisini kundi fáa útgjald úr skipanini, tá ið teir onga inntøku høvdu av tí at skip teirra liggur í eina tíð.
Men meirilutin í løgtinginum vildi ikki heita á Landsstýrismannin um at leggja uppskot fyri tingið um at beinleiðis at broyta lógina.
Ístaðin samtykti Løgtingið eina bleytari orðing sum segði, at heitt varð á Landstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, um at virka fyri at finna eina loysn upp á trupulleikarnar hjá fiskimonnum, so at teir kunnu fáa útgjald frá ALS, tá skip teirra liggur.
Men sum tað sæst á øðrum greinum her á síðuni, letur tað seg ikki gera uttan víðari.