Samferðsla
?Í fyrstu atløgu havi eg bestan hug til at taka stjóran á Strandferðsluni upp á orðið- og at lata nýggja suðuroyarskipið fáa atløgupláss inni á Sundi.
Jan Chrsitiansen, borgarstjóri í Havn, sigur, at sum landið liggur nú, er tað ógvuliga ivingarsamt, hvørja lagnu nýggja suðuroyarskipið fær, tá ið tað fer í sigling í heysti í 2004 og skal hava atløgupláss í Havnini.
Bæði stjórin á Strandferðsluni, umboð fyri løgregluna og Landsverkfrøðingurin, hava funnist at útbyggingini av Tórshavnar Havn, sum nú verður gjørd fyri at gera pláss fyri nýggju Norrønu og nýggja Smyrli.
Stjórin á Strandferðsluni fýltist á, at møguleikarnir fyri at gera eina samferðsluhavn inni á Sundi vóru ikki kannaðir til lítar.
? Tá ið hetta er sjónarmiðið hjá einum, ið stendur málinum so nær, sum Reidar Nónfjall ger, er tað ein spurningur um vit ikki eiga at gera sum hann sigur og leggja Smyril á Sundi.
? Men vit vænta samstundis, at tá ið Landsstýrið ger samferðsluhavn til Smyril í Suðuroy, fer hann eisini at gera samferðsluhavn inni á Sundi.
Hann leggur kortini afturat, at hetta er fyri hansara egnu rokning at hann sigur hetta, tí tað er ikki viðgjørt politiskt.
Borgarstjórin leggur afturat, at kanningar hjá býráðnum vísa, at skal Sund brúkast til ferjuhavn, er tað neyðugt at byggja út fyri 200 milliónir, kanska meiri.
Ikki fram eftir fummum
Annars sigur Jan Christiansen, at fólk eiga ikki at fáa tað fatan, at Tórshavnar Havn arbeiðir fram eftir fummum í hesum máli.
?Tað er okkara bý, tað ávirkar og sjálvsagt gera vit tað, sum gagnar býnum best.
Hann sigur, at alt, sum Tórshavnar Havn byggir út niðri á havnarlagnum, er fult forsvarligt.
? Vit hava okkara ráðgevarar, sum hava gjørt kanningar fyri okkum og sum hava ógvuliga drúgvar royndir á økinum. Og teir meta, at tað ber til at leggja bæði Norrønu og Smyril at á Bursatanga.
?Men at trupulleikar stinga seg upp er eyðsæð, tí tað ger tað hvørja ferð, stórar útbyggingar eru fyri. Men samstundis veitir borgarstjórin vissu fyri, at teir trupulleikar, sum stinga seg upp, verða loystir.
Og enn er onki sum sigur mær, at teir skulu vera verri skikkaðir at meta um eitt tílíkt arbeiði, enn Landsverkfrøðingurin, ella nakar annar í Føroyum.
Samstundis vísir hann á, at eisini skiparin á Smyrli er samdur í, at tað ber væl til at manøvrera í hylinum í Tórshavnar Havn, tá ið dýpt verður framvið Tinganesi.
Trýr onki uppá
Tey, sum hava funnist at ætlanini, vísa m.a. á, at tað verður neyðugt at dýpa framvið Tinganesi og tey siga, at tað ber ikki til at tryggja, at hella omaná sjónum ikki eisini verður ávirkað.
Tað trýr borgarstjórin í Havn lítið upp á.
?Vit sprongja kloss í hús og vit sprongja kjallarar út, uttan at ein urtapottur fer um koll uppi á. Eg vænti eisini, at Landsverkfrøðingurin hevur sprongt neyvari enn tað, sum her verður talan um, uttan at sorla nakað sundur rundanum.
? Og tað er heldur ongin fegnari enn júst Tórshavnar Kommuna um at hava tvær perlur sum Tinganes og Skansin og tað fara vit ikki at gera okkum inn á. Men ongin eigur at fáa ilt av, at vit sprongja undir sjónum, tí tað sær ongin og eg ivist í, um tað er eitt mál fyri friðingarmyndugleikarnar yvirhøvur.
Jan Christiansen sigur, at tann kaldi veruleikin er, at um tríggjar mánaðir liggur Norrøna í havnarlagnum í Havn og skal hava pláss at liggja.
?Hon kann ikki leggja at nakra aðrastaðni enn í Føroyum og tí verða vit noydd til at fara til arbeiðis nú og tað gera vit eisini.
Gera onki atløgupláss
Men hann skilir ikki reiðiliga, hví Smyril framvegis verður drigin uppí hetta málið.
?Vit hava boðað frá, at vit gera onki atløgupláss til nýggja suðuroyarskipið, soleiðis sum landið liggur. Ætlanin var at gera ein heildarætlan, har atløgupláss verður gjørt bæði til Smyril og Norrønu. Og vit høvdu sjálvsagt væntað, at Landsstýrið fór at betala samferðsluhavnina í Tórshavn, eins og tað ger í Suðuroy og í Kalsoynni, men tað vil Landsstýrið ikki- og so verður tað harvið og so verður ongi nsamferðsluhavn gjørd.
Sostatt skal nýggja suðuroyarskipið ikki vænta sær annað, enn at tað verður lagt, har pláss er fyri tí, tað veri seg á Bursatanga, krókinum við Skipafelagið, úti á Molanum, við Oljubryggjuna, á Sundi, í Kollafirði, ella hvar tað skal vera.
Í løtuni betalir Smyril 700.000 krónur til Tórshavnar Havn um árið. Skuldi han betalt fullan prís eftir støddini, skuldi hann betalt yvir tvær milliónir, so talan er um rættiliga stóran avsláttur. Nýggja suðuroyarskipið skal betala ímillum fýra og fimm milliónir um árið í havnagjaldi eftir støddini og tað kann væl henda, at hetta verður prísurin framyvir.
Og skuldi tað hent seg, at vit kortini gera atløgupláss til Smyril fyri egnu rokning, verður tað í hvussu so er undir teimum treytum, at hann bealir fult havnargjald eftir støddini.
? Sostatt verður talan um eitt høgt brúkaragjald ístaðin eina at betala íløgu og sostatt kemur Landsstýrið at betala hana kortini...
Men tað er als ongin avgerðin tikin um tað enn. Men tá ið so strandferðslustjórin vísir á Sund, skal hann vera vælkomin. Hvat suðuroyingar siga til at verða sleptir í land uppi á Sundi, heldur enn mitt í Havnini, veit eg ikki. Og hvat teir siga til at noyðast at rekast runt, har pláss, heldur enn at hava fast atløgupláss, veit eg heldur ikki.
Annars leggur Jan Christiansen dent á, at Tórshavnar Býráð vil fegið samstarva við Landsstýrið um atløgupláss til Smyril, til hann skal vera vælkomin á Havnina.
? Men so vænta vit samstarv frá tí almenna. Landsstýrið skal ikki halda, at tað ber til at turka fíggjarligar trupulleikar hjá tí almenna upp í Tórshavnar kommuna og so vænta, at vit parkera Smyril á fremsta raðið mitt í Havnini, leggur hann afturat.
Hann vísir annars á, at Tórshavnar Havn fer framhaldandi at arbeiða eftir ætlanini, sum er løgd, og tað merkir, at tað eisini verður dýpd framvið Tinganesi.
?Vit vilja fegin gera Tórshavnar Havn klá ra til Smyril, so at vit hava eina loysn at vísa landsmyndugleikunum á. At teir so ikki vilja taka av, verður teirra sak, leggur hann afturat.










