Partur av ætlanini við at keypa Eik Banka í miðbýnum er at selja Gamla Apotek, sum nú verður nýtt til flokshøli hjá flokkunum. Løgtingsmenn hava leingi funnist at vánaligu umstøðunum á Gamla Apotekið og fólk eru eisini farin at ilskast inn á, at bygningurin stendur sum eitt skrímsl á Vaglinum.
Páll á Reynatúgvu sigur tó, at einki verður gjørt við Gamla Apotek, fyrr enn støðan við Eik banka er avklárað.
- Gamla Apotek verður viðlíkahildið á einum minimumsblussið, tí tað hevur í longri tíð verið eitt kjak um, hvat skuldi henda, um tingfólk skuldu flytast í onnur høli og so, sigur hann.
- Hendan óavkláraða støðan hevur vart ov leingi, og tí valdi eg at handla skjótt, tá tað stóð okkum í boðið at keypa Eik Banka. Gamla Apotek fer tó at standa í líknandi líki sum nú, til hin spurningurin er avkláraður, og verður nýtt á líknandi hátt sum nú, til Eik er vorðin endalig ogn hjá løgtinginum, sigur Páll á Reynatúgvu.