Gera øl til myrkrið og sólina

Á Føroya Bjór í Klaksvík vilja tey seta sín dám á sólarmyrkingina fríggjadagin 20. mars við at bryggja eina serliga sólarbjór

Á Føroya Bjór í Klaksvík vilja tey seta sín dám á sólarmyrkingina fríggjadagin 20. mars við at bryggja eina serliga sólarbjór.

 

– Bjórin er serstøk, tí hon er bara bryggjað í myrkri og fullmána, siga tey á Føroya Bjór.

 

Tað er sólarmyrkingin, sum hevur givið teimum á Føroya Bjór íblástur til a hesa serligu ølina. Sagt verður, at fleiri enn 6.000 fólk koma til Føroya at nóta hetta serliga náttúrufyribrigdi, og tí verður skipað fyri ymsmu í hesum sambandi.

 

Eitt av hesum serligu tiltøkum er serliga ølin frá Føroya Bjór, sum er bryggjað í avmarkaðari nøgd.

 

Sólarbjórin er kryddað við serligari humlu, sum er innflutt úr Ný Sælandi. Humlan kallast Nelson Sauvignon. Navnið sipar til drúvuna av sama slag.

 

– Sólarbjórin er gylt sum sólin við einum turrum eftirsmakki. Hetta ger, at sólarbjórin minnir nakað um hvítvín, siga tey á Føroya Bjór.