Gera nú ungdóms - býráð í Klaksvík

Í ein dag sleppa ung í Klaksvík at royna seg sum býráðslimir

Nú er ætlanin at skipa fyri einum ungdómsbýráð í Klaksvík.

 

Á fundi í annaðkvøld fer býráðið í Klaksvík helst at samtykkja eitt uppskot frá Jóhann Lutzen, býráðslimi, um at gera eitt undómsting, ella ungdóms-býráð, í Klaksvík, har ungfólk skulu fáa høvi at arbeiða sum býráðslimir í ein dag.

 

Endamálið við einum ungdóms-býráði er at kveikja og menna áhuga hjá teimum ungu fyri fólkaræðinum og tað skulu vera tey ungu í framhaldsdeildini, sum skulu manna ungdóms-býráðið.

 

Sostatt vera tað ung úr fólkaskúlanum, tónlistaskúlanum og Húsinum, sum fara at manna ungdóms-býráðið.

 

Jóhann Lutzen sær fyri sær, at Skúlin á Ziskatrøð og Ósaskúlin fáa hvør síni trý, ella fýra umboð í ungdóms-býráðið og at Húsið og Tónlistaskúlin fáa eitt ella tvey umboð í part.

 

Tilsamans skulu 11 umboð vera í ungdóms-býráðnum, akkurát  sum í Klaksvíkar býráði.

 

Tað merkir, at 10 ung fara at manna ungdóms-býráðið, men so verður tað Jógvan Skorheim borgarstjóri, sum verður tann seinasti limurin og tað verður hann, sum leiðir ungdóms-býráðsfundin.

 

Nevndirnar í býráðnum hava tikið undir við ætlanini og tískil fer býráðið uttan iva at gera tað eisini.