Gera nýtt mentanarrá


 

Løgmaður segði í røðu síni á ólavsøku, at eitt nýtt og óheft mentanarráð skal setast á stovn.

Hetta mentanarráð skal veita landsstýrinum ráðgeving og vegleiðing í spurningum, sum snúgva seg um mentanarviðurskifti í breiðum týdningi.

Ætlanin er, at hetta mentanarráðið skal koma við eini árligari frágreiðing, og møguleiki skal eisini verða hjá landsstýrismanninum í mentamálum at leggja mál fyri ráðið at viðgera og ummæla.