Gera nú klár til størstu almennu íløgu í Føroyum

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur nú fingið bæði pengar og grønt ljós frá samgonguni til at seta ferð á arbeiðið at gera undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy og hon ætlar sær ikki at leggjast á boðini

 Nú skal rættilig ferð setast á arbeiðið at gera nógv umrødda undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy.

Tað hava bæði samgongan og Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, sett sær fyri.

Annika Olsen sigur, at á landsstýrisfundi í farnu viku fekk hon grønt ljós frá landsstýrinum at taka upp samráðingar við privata felagið, sum tók stig til Eysturoyartunnilin um treytirnar, fyri at fáa loyvi at gera tunnilin.

Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt, hevur landsstýriskvinnan eisini tryggjað sær eina játtan upp á eina millión til uttanhýsis ráðgevara hjá innlendismálaráðnum í sambandi við at gera ein sáttmála við privata tunnilsfelagið um loyvistreytirnar.


So skjótt sum gjørligt

Annika Olsen sigur, at nú verður farið undir arbeiðið so skjótt sum gjørligt eftir nýggjár og í løtuni verður leita væl og virðiliga eftir einum skikkaðum, uttanhýsis ráðgevara og tað kann alt henda, at talan verður um ein útlending.

Tinglimir í andstøðuna ivast alvorliga í um tað er rætt at fara undir eina so stóra verkætlan, sum støðan í samfelagnum er í løtuni.

Men Annika Olsen kveistrar allan iva til viks.

- Vit hava rætt og slætt ikki ráð til at lata vera við at fara undir tunnilin og vit kunnu ikki loyva okkum at drála longri, staðfestir hon.

- Tað er eisini sera umráðandi at halda virksemið ígongd í tíðum sum hesum, leggur hon afturat.

Hon sigur, at samfelagsliga nyttan av hesum tunlinum, er at fyri hvønn tíma er samfelagsliga íkastið av tunlinum 15.000 krónur um tíman, 2,5 milliónir um vikuna, 10,8 milliónir um mánaðin og 130 milliónir krónur um árið.

Tað kenst av, at tað eru 2000 bilar, sum koyra 40 kilometrar ov langt og brúka 30 minuttir óneyðugt hvønn einasta dag.

- Tí er hetta ein skilagóð íløga, legði hon afturat.