Gera nógvar skermar til smittuverju

- Fólk eru framvegis ansin og taka atlit til hvønn annan, sigur Marian hjá Atlanticpane í Kollafirði.

 

 

Í handlinum hjá Atlanticpane í Kollafirði hava tey havt opið niðursetta tíð, síðan Føroyar fóru niður í ferð. Í staðin fyri at lata dyrnar upp klokkan 08 hvønn morgun, undantikið leygardag, hevur handilin seinastu vikurnar verið opin frá klokkan 13 til 17. Men, hóast handilin bara hevur verið opin seinnapart, hevur fólk verið til arbeiðis í húsinum allan dagin, bæði í framleiðsluhøllini, har termorútarnir verða framleiddir, á rammuverkstaðnum og á skrivstovuni.

- Alt starvsfólkið er deilt upp soleiðis, at øll hava ikki verið til arbeiðis í senn. Hvør deild hevur havt sítt uppbýti, soleiðis at starvsfólkini í best møguligan mun hava verið tryggjaði móti smittu. Undantikið eitt skrivstovufólk, sum arbeiðir niðursetta tíð, hevur eingin av okkum verið í Als og starvsfólkið, sum hevur verið í Als, byrjar aftur á skrivstovuni mánadagin sum vanligt.

Tað sigur Marian Jacobsen, sum starvast á skrivstovuni og partvís í handlilnum hjá fyritøkuni í Kollafirði. Hon vísir á, at eitt, sum korona-kreppan hevur sett í gongd í framleiðsluhøllini, er gerð av verndarskermum, sum síggjast kring um í føroyskum handlum og fyritøkum. - Vit hava framleitt og selt nógvar slíkar skermar. Viðskiftafólk hava vent sær til Atlanticpane, tí vit selja glas - og eisini pleksiglas. Summi hava hongt skermin upp yvir diskinum, og onnur hava sett skermin niður í eina smogu í diskinum ella hava sett hann upp á annan hatt.

Marian Jacobsen vísir á, at tað serliga er fýra millimetur tjúkka pleksiglasið, sum spurt hevur verið eftir, men tey hava eisini gjørt verndarskermar við glasi, sum er 3,5 og seks millimetrar. - Vit hava spritt við inngongdina, og vit hava týðiliga sæð, at fólk bæði hava sprittað og hildið frástøðu, tá tey koma inn í handilin.

Hon sigur, at tað sæst væl, at fólk gera nógv fyri at ansa eftir sær sjálvum, og hon heldur ikki, at tey hesa seinnu tíðina hava sæð nakra serliga broyting í so máta enn. Fólk eru framvegis ansin og taka atlit til hvønn annan, tíbetur.

Marian Jacobsen fegnast um, at eingin í fyritøkuni - ei heldur í familjunum hjá teimum, sum arbeiða í fyritøkuni - higartil eru rakt av sóttarhaldi, ei heldur korona-smittu. - Tá handilin bert hevur verið opin seinnapartar seinastu vikurnar, er greitt, at sølan eisini hevur verið minni, enn hon annars hevði havt verið, um alt var, sum tað plagdi. Nú fara vit fyrst at bíða eftir, hvørji almennu tilmælini verða, sigur hon.

##med2##